Nú ræður um at eiga breiðan bonk

At tað er so tætt millum dystirnir ber við sær, at tað er brúk fyri meiri fólki

Fimta umfar í bestu fótbóltsdeildini verður seinnapartin. Á fýra vallum fer bólturin á rull klokkan 15, og í einum dysti verður fyrsta bríksl klokkan 16. Tað er á Eiði, har AB fer at vitja EB/Streym.

Tað er heilt stutt millum dystirnar, og tað ber við sær, at tað kann væl vera, at tað vera boð eftir fleiri spælarum. Fjórða umfar var fyri einari viku síðani, steypadystir vóru mikudagin, í dag er fimta umfar í landskappingini, longu hósdagin, skírisdag, verður sætta umfar. og seinna páskadag vera fjórðingsfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið.

Í flestu liðum eru tað spælarar, sum ikki hava vant í øllum venjingunum og við fullari ferð í vikuni, men tað vísir seg ofta, at teir leggja nógv fyri og spæla, tá ið tað ræður um.

Seinnapartin verður tað turt og sjey hitastig. Tað verður eitt frískt lágættarlot.

 

5. umfar

KÍ – NSÍ: Petur Reinert kl. 15.00

EB/Streymur – AB: Kári J. á Høvdanum kl. 16.00

ÍF – Skála: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00

Víkingur – B36: Dagfinn Forná kl. 15.00

 

TB – HB: Eiler Rasmussen kl. 15.00

B3644007312
Skála4301519
4220758
NSÍ4211657
TB4211557
HB4121545
Víkingur4112894
AB4103463
ÍF40135101
EB/S4004140