Tó setur tað eitt sindur fyri bróstið at síggja tær ovurhonds broytingar, serliga konufólkabúnanum er fyri; fyri mær sær tað út sum alt ov nógvar broytingar fara fram í senn.
Búnin er og hevur verið ein eyðkennisbúni, sum vit hava verið stolt at vísa fram sum okkara sermerki bæði her heima og har, vit saman við fólki úr øðrum tjóðum hittast til stevnur av ymsum slag.
Flestu kvinnur eiga ein tjóðarbúna, og hóast eg ikki eri millum teirra longur, frøist eg yvir at síggja eina væl pyntaða kvinnu í sínum búna. Men tá eg síggi, hvussu nógv verður eksperimenterað við honum, kann eg ikki lata vera við at hugsa, at nú er búnin vorðin alt ov gerandisligur, ella um hann er við at upploysast.
Stundin mann tí vera komin, har vit spyrja okkum sjálvi um, hvat vit vilja við einum føroyskum búna, um vit yvirhøvur skulu hava ein tjóðarbúna, og hvussu vit vilja hava hann at síggja út.
Eg havi ikki serkunnleika á økinum, og havi tí heldur ikki svar uppá, hvussu búnin eigur at síggja út, men mín túrur sum eygleiðari gjøgnum Havnargøtur á Ólavsøku fekk meg at seta mær hesar spurningar um búnan.
Er tað ein føroyskur búni:
• tá hann hevur bundna troyggju og vovið skjúrt í reyðum og svørtum liti (ella bláum og svørtum), kýsa, turruklæði og fyriklæði, svart bryst og broschu, mallur, stima og beltispenni av silvuri?
• tá kýsin er burtur?
• tá turruklæðið ikki er samlað og stungið niður í brystið, men inn undir troyggjuna?
• tá turruklæðið og fyriklæðið eru burtur?
• tá liturin er grønur, karrygulur ella onkur heilt annar?
• tá skjúrt og troyggja eru einslitt?
• tá alt skapið er broytt av smartum sniðgevarum?
• tá troyggjan verður nýtt einsamøll sum tilhoyr til annað plagg?
• tá troyggjan verður nýtt til cowboybuksur, gjarna holutar?
• tá beltið verður flutt upp undir bringuna, ella niður á mjadnar?
• tá tú fert í eina posatroyggju við mynstri úr Bindingarbókini?
• tá turruklæðið verður bundið um miðuna fyri at undirstrika skapið av einum vøkrum kjóla?
Allar hesar variatiónir og aðrar við vóru at síggja á Ólavsøku, alt var fikst, hvørt uppá sín máta, men eg kundi ikki annað enn hugsa: "Nær er talan um tjóðarbúnan, og nær heldur hann uppat?" Er nakað mark fyri eksperimentunum? Er meiningin hon, at vit skulu standa og hyggja at, meðan tjóðarbúnin syndrast og fer í upploysing? Er ein grundstamma í búnanum, og hvussu skal hon í so fall síggja út?
Sjálv havi eg ikki svar uppá hesar spurningar, havi einki gjørt burturúr at virka klæði til hann, men haldi, at tíðin nú er komin til at seta reglur fyri, hvussu kjarnin í búnanum eigur at vera, og skjóti tí upp, at ein nevnd verður sett, ið ger reglur fyri, hvussu okkara tjóðarbúni eigur at síggja út.
Lat hetta tí vera eitt uppskot til teirra, ið hava skil fyri og myndugleika til at gera nakað við málið.