Nær kemur Barnaheimið, Kvíggjartún og sambýlið á Mýrini?

Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur sett landsstýriskvinnuni við almannamálum ein fyrispurning fyri at fáa greiðu á hesum

– Tørvurin á bústaði til fólk við serligum avbjóðingum er stórur, og tað tykist sum um, at verkætlanirnar verða seinkaðar. Fyrst Barnaheimið, so Kvíggjartún og nú møguliga eisini sambýlið á Mýrini. Nær kunnu fólk við serligum avbjóðingum vænta sær eitt heim?, spyr Djóni Nolsøe Joensen.

Hann hevur í dag sett Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinnu við almannamálum, hendan fyrispurningin. 

Tá ið Djóni Nolsøe Joensen á heysti 2019 í munnligum fyrispurningi spurdi um uppsteðgaðu verkætlanina av einum nýggjum barnaheimi, upplýsti landsstýriskvinnan við almannamálum, at hóast barnaheimið ikki varð bygt á hesum sinni, so fóru hinar verkætlanirnar í Suðurstreymoy at halda fram ótarnaðar.

Nú vit skriva apríl 2020, er framvegis einki hent, og tað heldur løgtingsmaðurin hjá Javnaðarflokkinum vera ov galið.

- Búfólk og avvarðandi standa spyrjandi. Lang tíð er fráliðin og einans sæst útgrevstur á staðnum, har sambýlini á Mýrini stóðu. Borgarar og avvarðandi mugu fáa greitt at vita, um tað er soleiðis, at verkætlanir draga út, og hvør orsøkin er til tess, sigur Djóni Nolsøe Joensen.

Landsstýriskvinnan skal svara fyrispurninginum innan 10 yrkadagar.