Raksturin av ferjunum
Tann, sum sigur soleiðis, sigur harvið, at vit hava ráð til tær rakstrarútreiðslur, sum vit í løtuni hava av at hava ferjur siglandi millum oyggjarnar. Útreiðslurnar av at hava hesar ferjur er í løtuni umleið 100 milliónir krónur um árið. Ganga vit út frá hesum talinum, so hava vit eftir 10 árum eina útreiðslu upp á eina milliard til ferjurnar og eftir 20 árum er talan um tvær milliardir ella tvey túsund milliónir.
Hetta vil siga, at kosta hesir tunlar 2 milliardir, og vit bíða tjúgu ár við at gera teir, so hava vit til raksturin av ferjunum nýtt eins nógv, sum tað kostar at gera tunlarnar.
Minni rakstrarkostnaður av tunlum
Tað sum er fyrimunurin við tunlum er, at rakstrarútreiðslurnar gerast minni. Tá teir í Vardø fingu tunnilin í 1983, vísti tað seg, at tað var nóg mikið við eini hálvari ársløn til at gjalda fyri at ansa eftir tunlinum. Men verður bummgjald kravt, so gerast hesar útreiðslurnar størri, og tað er helst orsøkin til, at nevndin í Vágatunlinum roknar við, at rakstrarkostnaðurin kemur upp á 7 milliónir. Ein so høgur rakstrarkostnaður er tí fiktivur. Veruligi rakstrarkostnaðurin liggur helst um einar fýra milliónir krónur.
Rakstrarútreiðslurnar av teimum mest umráðandi tunlunum
(Vágar-Streymoy, Eysturoy - Borðoy, Streymoy - Sandoy, Sandoy - Stóra Dímun, Stóra Dímun - Suðuroy) kemur tí at vera um 20 milliónir krónur um árið. Vit fáa tí eina sparing í rakstrinum upp á 80 milliónir um árið.
Fígging við lánsbrøvum
Hetta er mikið gott, men hvussu skulu vit fíggja íløguna, tær 2,2 milliardir, sum hesir tunlar kosta?
Ger landið íløguna, so fær landið nakað av pengum fyri at selja tær ferjur, sum verða óneyðugar. Nýggi Smyril kann helst seljast uttan stórvegis tap, men ikki kann roknast við meir enn einum 400 milliónum fyri sølu av øllum hesum skipum.
Sostatt eru 1800 milliónir eftir at fíggja.
Ein møguleiki er at vit hava so stórt avlop á fíggjarlógini tey trý árini, sum arbeiðið tekur, at vit kunnu gjalda hetta so hvørt. Men 600 milliónir um árið í trý ár eru nógvir pengar, serliga tá vit øll byggiárini skulu gjalda tær 100 milliónirnar til raksturin av ferjunum.
Ein annar møguleiki, sum verður nýttur í mongum londum, er at borgararnir lána landinum pengar. Hetta verður eisini í ein ávísan mun gjørt hjá okkum, tí landið selur lánsbrøv, sum geva eitt sindur hægri rentu enn tað, sum fólk fáa fyri at seta pengarnar í sparikassar og banka. Fingu fólk at vita, at tey við at keypa hesi lánsbrøv kundu fíggja eitt so gott tiltak, sum hesir undirsjóvartunlar eru, so kann ikki útilokast, at tey høvdu vilja verið við til at fíggja hesum setningi við at keypt lánsbrøv, sum vóru markaði til hetta endamál.
Íløgan afturgoldin í 2045
Í løtuni letur landskassin 3,4% í rentu fyri lánsbrøv. Siga vit, at tær 80 milliónirnar, sum vit spara við ikki at hava ferjurnar siglandi, skulu nýtast til at gjalda rentur og avdrátt av hesum láni, so verður myndin henda:
árlánrentaavdráttur
2006180061,218,8
20071781,260,619,4
20081761,859,920,1
20091741,759,220,8
20101720,958,521,5
20111699,457,822,2
20121677,257,023,0
20131654,256,223,8
20141630,455,424,6
20151605,854,625,4
20161580,453,726,3
20171554,152,827,2
20181526,951,928,1
20191498,850,929,0
20201469,849,930,0
20211439,848,931,0
20221408,047,932,0
20231376,046,833,2
20241342,845,634,3
20251308,544,535,5
20261273,043,336,7
20271236,342,038,0
20281198,340,739,3
20291159,039,440,6
20301118,438,042,0
20311076,436,643,4
20321033,235,144,9
2033988,333,646,4
2034941,932,048,0
2035893,930,449,6
2036844,328,751,3
2037792,727,053,0
2038739,725,254,8
2039684,923,356,7
2040628,221,458,6
2041569,419,460,6
2042508,817,362,7
2043446,115,264,8
2044381,313,067,0
2045314,310,769,3
2046245,08,271,8
2047173,25,974,1
204899,13,476,6
204922,50,823,6
Her er fortreytin at vit gjalda tað sama í lánsgjaldi, sum vit í 2002 hava goldið fyri ferjurnar.
Vit vita jú, at nakrar ferjuútreiðslur vera, sjálvt um tær stóru hvørva. Tað man fara at vera seinur dagur, vit sleppa frá at hava skip siglandi til Mikines! Hesar útreiðslur eru tó ikki so stórar, og siga vit, at vit um trý ár fara frá hinum ferjunum, so bendir alt á, at sparingin av tí til ta tíð fer at vera væl hægri enn tær 100 milliónirnar.
Hin vegin er rentan metlág í løtuni. Men fer rentan upp, so er tað eitt úrslit av inflatiónini í samfelagnum, og so fara allir prísir upp, eisini rakstrarútreiðslurnar av ferjum.
Tað er sjálvandi long tíð til 2049, men vit kunnu í hvussu er siga, at gera vit einki, og samfelagsgongdin heldur fram, so koma vit í hesum tíðarskeiði at fáa stórar útreiðslur til rakstur av ferjum.
Undir teimum fortreytum sum her eru settar fram ber tað til at staðfesta, at vit við at ganga hesa leið fáa ókeypis tunlar, tí tað vit skulu gjalda fyri teir skuldu vit goldið allíkavæl í rakstri av ferjunum.
Tað er tí eingin fortreyt fyri hesi íløgu at vit finna olju ella at okkurt óvæntað gott hendir okkum. Talan er bert um at nýta pengar, sum vit allíkavæl nýta til rakstur av samfelagnum, á ein skilabetri hátt enn teir verða nýttir sum er, og hetta átti ikki at verið so nógv at ivast í.
Kanningarnar eru gjørdar
Men ber tað yvirhøvur til at gera hetta verk eftir trimum árum frá nú av, sjálvt um tað er fullkomin semja um, at tað loysir seg? Skulu vit ikki gera alskyns kanningar áðrenn farið verður undir arbeiðið, og taka tær ikki langa tíð?
Her skulu vit minnast til, at jarðfrøðisavnið í nógv ár við almennara fígging hevur kannað grótið í Føroyum, og tann sum vil lesa bókmentirnar, har hesar kanningar eru lýstar, sær hvussu umstøðirnar eru. Vit vita t.d. at strekkið frá Sandoynni til Suðuroyar er verri at arbeiða í enn undir Vestmannasundi. Jóannes Rasmussen, sáli, varð spurdur hvat hann helt um at gera tunnil til Sumbiar. Hann svaraði, at kundi ein tættur tunnil gerast hagar, so kundi tunnil eins væl gerast hvar tað skuldi vera undir sjónum. Tann arbeiðstakari, sum hevur hug til at bjóða upp á at gera tunnil til Suðuroyar, kann tí fara ein túr til Sumbiar at síggja, hvat ið honum er í væntu.
Vandin við ov nógvum kanningum
At nógv verður betri av at gera stórfingnar og drúgvar kanningar er eisini ivingasamt. Nógvar kanningar vórðu gjørdar áðrenn bjóðað varð út undir Vestmannasundi. Úrslitið var, at arbeiðstakararnir roknaðu við trimum stórum lekum, men teir komu bert fram á ein. Áðrenn teir gjørdu toktunnilin undir Stórabelti vóru nógvar kanningar gjørdar. Tá teir arbeiddu, komu teir fram á ein so stóran leka, at sjógvur floymdi inn í tunnilin, og arbeiðið varð seinkað eitt hálvt ár. Aftaná vísti tað seg, at hesin lekin kom frá einum av kanningarholunum. Tað skuldi verið tett aftur, men tað høvdu teir gloymt!
Henda framløga er ein roynd til at lýsa hvat ið rætt er at gera so sum støðan er í dag. Eins og allar aðrar royndir til at líta út í framtíðina kann hendan hava síni lýti, tí fortreytirnar kunnu í roynd og veru broytast. Útbjóðingin kann gerast dýrari, men hon kann eisini gerast bíligari. Tað kann taka longri tíð at gera arbeiði, men tað kann eisini taka stytri tíð.
Hvat siga stóru fyritøkurnar?
Av tilvild kom eg herfyri at tosa við ein mann, sum arbeiddi hjá einari av teimum heilt stóru entreprenørfyritøkunum. Eg helt, at nú var høvi til at at fáa at vita um tað var rætt, sum eg førdi fram í míni grein fyri jól, nevniliga at hesar fyritøkur høvdu hug til at fara niður við prísinum so sum støðan nú var. Hann játtaði hesum og segði, at eingin av teimum stóru byggifyritøkunum hevur nakað sum helst at gera í løtuni. Bjóðaðu vit eitt so stórt arbeiði út, so fóru teir allir at fara so langt niður í prísi sum møguligt fyri at fáa entreprisuna, og tí høvdu vit ein sera góðan møguleika í løtuni.
Eitt annað, sum er ivingasamt, er hvørt tað ber til at nýta Stóru Dímun sum støð í arbeiðinum. Henda oyggin er lítil, og ringt er at koma til hana. Men hann segði, at tað var ikki óhugsandi at eins og tað í góðum veðri eydnaðist NCC at seta maskinur á land sunnan fyri Fútaklett, so kundi tað sama verið gjørt á eystursíðuni á Stóri Dímun. Har kundi eitt arbeiðspláss verið slættað, og haðani bar til at gera ein tunnil upp til tyrlupallin á oynni, so tilfar kundi fáast til og frá. Hetta var ikki serliga lætt, men var ein møguleiki, og vinningurin var, at tað bar til at koma ta longu leiðina millum Sandoynna og Suðuroynna eftir hálvari tíð. Fyri slíkar fyritøkur sum hesar eru tíð sum kunnugt pengar, og fyri okkum er tað eisini umráðandi at fáa eitt gott samferðslukervi so skjótt sum gjørligt.
Einki at drála eftir
Tað er tí nógv sum bendir á, at rætta løtan at bjóða tunlarnar til Sandoynna og Suðuroynna er nú, og at hetta arbeiðið verður útboðið saman við Norðuroyatunlinum, so at hesir tríggir tunlarnir verða lidnir í 2006.