Býráðssamgonga
Vágur: Nýggjársdagur 2005 verður ein søguligur dagur í Vágs Kommunu. Tá fáa Vágbingar sín fyrsta kvinnuliga borgarstjóra í søguni.
Og sum um tað ikki var nóg mikið, so verður varaborgarstjórin í Vági eisini ein kvinna.
Hóskvøldið samdust uttanflokkalistin, javnaðarflokkurin og sambandsflokkurin at skipa samgongu í Vági.
Og tey eru samd um at Kirstin Strøm Bech úr javnaðarflokkinum skal verða borgarstjóri í nýggja býráðnum í Vági og at Ásgerð Stenberg úr sambandsflokkinum skal verða varaborgarstjóri.
Sostatt verða tað kvinnurnar, sum fara at mynda ovastu leiðsluna í Vági tey komandu fýra árini og tað er ikki hent fyrr í Vági.
Vinnulívið aftur á føtur
Nýggja samgongan hevur skrivað eitt samgonguskjal við nøkrum høvuðspunktum í, sum hon ætlar at arbeiða við. Men talan er um eitt yvirskipað skjal, har tey ikki fara í smálutir við tí, tey ætla sær at fremja.
Samgongan fer hesa næstu tíðina at útgreina nærri innanhýsis, hvussu tey ymsu endamálini í samgonguskjalinum skulu røkkast.
Arbeiði á flakavirkið
Men komandi borgarstjórin í Vági, dylir ikki fyri, at nýggja býráðið fer at raðfesta tað allarfremst at fáa gongd á aftur vinnulívið í Vági, sum er í djúpari kreppu.
Í hesum samabndi hevur stóra flakavirkið hjá fiskavirking mangan verið nevnt sum ein ræðumynd av vinnulívinum í Vági.
Fiskavirking eigur tað, men tað hevur staðið tomt í fleiri ár og allar royndir at lata tað uppaftur við varandi arbeiði, eru miseydnaðar.
Nýggja býráðssamgongan hevur eisini leyðsliga umrøtt flakavirkið og tey vilja nú hava eina frágreiðing frá Føroya Fiskavirking.
? Vit vilja hava at vita frá Føroya fiskavirking, um álvari er í ætlanum teirra um at lata tað uppaftur.
Og tað skilst eisini, at fær býráðið ikki eina nøktandi frágreiðing frá Fiskavirking, verður málið tikið uppaftur.
Og gongur heilt galið við flakavirkinum, útihýsir Kirstin Strøm Bech ikki møguleikanum fyri, at býráðið fer at krevja av Fiskavirking, at virkið verður selt, so at onkur annar kann fáa møguleikan at lata tað uppaftur ? ella at Fiskavirking tekur virkið niður og fer avstað við tí, so at grundstykkið, sum kommunan eigur, kann brúkast til okkurt annað endamál.
Nýggja býráðsamgongan fer eisini at virka fyri at fáa fleiri almenn arbeiðsplás til bygdina.
Ikki samanlegging, men samstarv
Nýggja samgongan hevur ikki tosað um at leggja kommunurnar í Suðuroy saman. Men ætlanin er avgjørt at taka samband upp við hinar kommunurnar um nærri samstarv á nógvum økjum.
Eitt nú heldur býráðssamgongan í Vági, at tað er burturvið, at kommunurnar í oynni skulu senda so nógv arbeiðspláss og so nógvan pening norðureftir í samband við serkøna hjálp av ymsum slagi, bæði til grannskoðarar, løgfrøðingar, verkfrøðingar og arkitektar.
? Vit halda, at tað hevði verið rættari, at allar kommunurnar í oynni tóku seg saman um at fáa ymsar felags tænastur í oynna, tí her er í hvussu so er talan um nøkur arbeiðspláss, sum óneyðugt verða flutt av oynni, sigur Kirstin Strøm Bech.
Nýggja samgongan í Vági kundi hugsað sær, at samstarva við hinar kommunurnar um at fingið fyritøkur í oynna, sum við løgfrøðingum, grannskoðara og verkfrøðingini í Suðuroynna, sum kommunurnar kundu brúkt og verið grundarlagið undir, men sum so eisini kundu gjørt arbeiði fyri onnur.
Hon heldur eisini, at kommunurnar kundu samstarva um eina felags barnavernd.
Bólturin hjá landsstýrinum
Eitt stórt mál í Vági seinastu tíðina hevur verið ætlanin hjá landsstýrinum at flyta ætlaða miðnámsskúlan í Vági til Hovs og at byggja hann í ein skúladepil har, saman við heilsuskúlanum. Afturfyri skal so røktarheim til 35 fólk byggjast í Vági.
Hetta var eitt mál, sum fráfarandi býráð avgjørt vísti frá sær. Men hvørja støðu hevur nýggja býráðið til hetta mál?
?Vit standa við tað avgerð, sum undanfarna býráð hevur tikið. Men vit eru eisini samd um, at bólturin liggur hjá landsstýrinum. Og spælir landsstýrið bóltin yvir til okkum við nøkrum heilt ítøkiligum, eru vit sinnað at viðgera tað og at taka støðu til tað útspælið, sigur Kirstin Strøm Bech.
? Men fyrrenn eitt møguligt útspæl kemur frá landsstýrinum, gera vit ikki meiri við málið, leggur komandi borgarstjórin afturat.
Arbeiðssetningur
Annars hevur nýggja býráðssamgongan í Vági sett sær fyri.
? at taka upp samráðingar við hagarnar í Vági um at vetrarfriða býin fyri seyð.
? at tálma ferðsluni í býnum, tí hon er at kalla í ruðuleika.
? at stuðla itróttinum sum mest.
? at fjálga um mentanina.
? at gera umstøðurnar hjá vinnurekandi fiskimonnum og útróðrarmonnum betri.
? at øll størv, sum verða sett í kommununi, skulu lýsast leys, so at øll hava sama
møguleika at søkja.
? at opinleiki og gjøgnumskygni skal valda í øllum málum, sum verða viðgjørd í býráðnum.
? at hava nóg mikið av grundstykkjum til fólk, sum vilja seta búgv og at veita teimum, sum
byggja, eina góða tænastu við tekningum og verkfrøði.
? at fáa virksemi á havnalagið á syðra armi áfjørðinum.
? at fáa fleiri almenn arbeiðspláss til Vágs.
Og annars hevur nýggja samgongan í Vági sett sær fyri at standa saman um bygdina og oynna og vera við til at gróðurseta ein spíra til eina blómandi Vágsbygd og eina virkna og áhugaverda Suðuroy, sum tað so skaldsliga stendur í samgonguskjalinum.
Meiri um vágs býráð á síðu 40