Nýnasistiskur yvirgangsbólkur avdúkaður í Týsklandi

Í Týsklandi eru politikararnir skelkaðir, eftir at løgreglan hevur kunngjørt, at hon hevur avdúkað ein høgrasinnaðan yvirgangsbólk, sum hevur gjørt av við fleiri útlendingar og eina løgreglukvinnu tey seinastu árini. Átta av teimum myrdu vóru turkar.

Í fyrstu atløgu eydnaðist tað løgregluni at seta tveir menn og eina kvinnu í samband við yvirgangsbólkin, men tá løgreglan kom fram á tey í síðstu viku, høvdu teir báðir menninir tikið lívið av sær. Kvinnan er tikin. Í dag tók løgreglan eitt fólk afturat. Tað er ein 37 ára gamal maður, sum varð tikin nærhendis býnum Hannover.

Í árunum frá 2000 til 2006 vórðu seks turkar, tveir týskarar av turkiskum uppruna og ein grikki myrdir í teirra egnu handlum í ymsum týskum býum. Tað eydnaðist ongantíð løgregluni at finna drápsmenninar, hóast ikki færri enn 160 løgreglufólk hava arbeitt við málunum. Løgreglan var heldur ikki ført fyri at finna tann, sum beindi fyri einari 22 ára gamlari løgreglukvinnu fyri fýra árum síðani. Ein løgreglumaður, sum var saman við henni, varð særdur.

Men eitt bankarán í eysturtýska býnum Eisenach fekk løgregluna á tað rætta sporið. Løgreglan fekk illgruna um, at at tveir ávísir menn høvdu rænt bankan, og seinasta fríggjadag fann løgreglan líkini av monnunum í einum húsvogni nærhendis Eisenach. Tað vísti seg, at teir høvdu beint fyri sær.

Í húsvogninum fann løgreglan skammbyrsurnar hjá teirri myrdu løgreglukvinnuni og tí særda løgreglumanninum. Kanningar avdúkaðu, at teir báðir menninir høvdu í fleiri ár búð saman við einari kvinnu í býnum Zwickau, sum er 180 kilometrar eystan fyri Eisenach. Tá løgreglan kom hagar, vóru húsini brunnin í grund, men í øskuni fann løgreglan vápnið, sum bleiv brúkt til at myrða teir níggju útlendingarnar við í árunum frá 2000 til 2006.

Týski ríkisadvokaturin sigur við fjølmiðlarnar, at teir báðir deyðu menninir og tann handtikna kvinnan hava havt samband við víðgongdar høgrafelagsskapir síðani síðst í 1990'árunum.