Nú bert góður mánaður er eftir til at sett verður aftur á føroysku undirgrundina, so eru øll loyvi frá føroyskum myndugleikum við at koma uppá pláss. Herfyri gav Umhvørvisstovan nýtslu- og burturbeiningarloyvi til ENI.
Boringin er í loyvi 006 (á knattstøðu 60° 49’4.515’’ N og 04° 33’ 56.172’’ V), umleið 150 km í ein landsynning úr Føroyum. Dýpið, har borað verður, er umleið 1.100 m.
Boringin er ætlað at byrja í mai 2010 og er mett at taka í mesta lagi 75 dagar, íroknað at flyta boripallin á staðið, at bora og læsa brunnin og at flyta pallin av staðnum. Boripallurin West Phoenix verður nýttur til boringina.
Loyvið fevnir um nýtslu og burturbeining av kemikalium, sum verða brúkt í sambandi við boringina.
Í viðgerðini hevur Umhvørvisstovan lagt dent á, at tey loyvdu kemikaliini ikki eru seint niðurbrótilig í náttúruni, ikki upphópast í livandi verum og ikki eru eitrandi. Í loyvinum eru harumframt settar treytir um botnkanningar nærhendis brunninum, bæði áðrenn og aftaná boringina, um umhvørvisstýring, viðgerð av burturkasti, o.a.
Loyvið kann kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra góðkenningina til Innlendismálaráðið. Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri.
Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir, í seinasta lagi mánadagin 26. apríl 2010.