Nú mugu vit stýra okkum eitt sindur

SEV Skal landið yvirtaka SEV verður bara talan um pappírspengar, sigur nevndarformaðurin í SEV

- Nú mugu vit royna at stýra okkum eitt sindur og hugsa klárt.
Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður í SEV, dugir ikki rættiliga at síggja nakra meining í, at landið skal yvirtaka SEV.
Hann ivast ikki í, at hevði landið bjóða sær til at keypt SEV frá kommununum fyri fullan marknaðarprís, høvdu nógvar kommunur tikið av.
- Alt er til sølu fyri tann rætta prísin, leggur hann afturat.
Men nevndarformaðurin dugir bara ikki at síggja endamálið við einum slíkum handli.
- Tað eru kommunurnar, altso skattgjaldarin, sum eigur SEV. Eg dugi ikki at síggja nakra meining í, at landið fer til skattgjaldaran eftir tveimum ella trimum milliardum at rinda kommununum fyri SEV, so at sami skattgjaldari kann fáa pengarnar aftur frá kommununum í staðin.
- Tað er í øllum førum skattgjaldarin, sum fær rokningina og tað er sami skattgjaldari, sum fær pengarnar fyri søluna. Sostatt er í veruleikanum bara talan um pappírspengar, sigur nevndarformaðurin í SEV.
Jákup Suni Lauritsen dugir heldur ikki at síggja meiningina í, at kommunurnar skulu yvirtaka eldraøkið og kanska fólkaskúlan frá landinum, men so skal landið yvirtaka SEV frá kommununum.
- Klára kommunurnar at umsita eldraøkið og fólkaskúlan, klára tær so sanniliga eisini at umsita SEV, sum tær hava gjørt síðani 1946.
- Eg haldi, tá ið hugsað verður um uppgávuna hjá SEV og ta tænastu, felagið veitir í dag, er SEV ein sólskinssøga, sigur nevndarformaðurin.
- Eg dugi ikki at síggja nakað endamál í at broyta ein felagsskap, sum virkar serstakliga væl og at leggja tað undir eina skipan, har vit ikki vita, hvussu tað fer at virka, leggur hann afturat.
LES EISINI GREININA: LANDIÐ KANN YVIRTAKA SEV FYRI 2-3 MILLIARDIR.