Nú mugu tit vísa ábyrgd og finna eina semju

Tað hevur ongantíð verið so stórur tørvur á hjálp, sum nú

Nú mugu tit vísa ábyrgd og finna eina semju. Soleiðis ljóðar áheitanin frá Lauru Apol, aðalskrivara í Sinnisbata, á Heilsumálaráðið og Fíggjarmálaráðið, í kvøld.

Løgtingið hevur samtykt at veita ókeypis, sálarfrøðiliga hjálp til ung ímillum 15 og 35 ár, men stígur er komin í ætlanina, tí ósemja er ímillum Fíggjarmálaráðið og sálarfrøðingar um treytirnar.

– Tað er ørkymlaðandi at hoyra, at royndarverkætlanina um at veita ókeypis sálarfrøðiliga hjálp til ung millum 15 og 35 ár enn einaferð er steðgað upp, sigur Laura Apol.

Hon vísir á, at pengarnir eru játtaðir, verkætlanarleiðari er settur og nú hava bæði tey, sum skulu veita hjálpina, og tey, sum skulu hava hjálpina, bíðað leingi.

Hon sigur, at tað hevur ongantíð áður hevur verið so stórur tørvur á einum slíkum tilboði sum júst nú, tí tað eru alsamt fleiri ung, sum fáa sálarligar trupulleikar. Hesar trupulleikar eiga vit at taka í størsta álvara og vit eiga at veita skjóta hjálp fyri at fyribyrgja, at støðan ikki versnar hjá tí einstaka.

Men hon sigur, at tað gera vit ikki við at lata ósemjur um smálutir í einum sáttmála forða fyri, at tilboðið kann vera til gagns hjá borgaran.

Hon vísir á, at Sinnisbati hevur í fleiri ár víst á trupulleikan av at vit ikki hava nóg, góð fyribyrgjandi tilboð. Men nú heldur hon, at tað er positivt, at Føroyar verða undangonguland á hesum øki við tað, at pengar verða markaðir til eina verkætlan, sum skal tryggja ungum við angist og tunglyndi, ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð.

– Hetta er ikki einans eitt tilboð, sum kemur tí einstaka, unga, til gagns, tí tað er somuleiðis eitt tilboð, tey avvarðandi hava bíðað leingi eftir, sigur Laura Apol.

Hon vísir á, at hesa seinastu tíðina hevur Sinnisbati alsamt fingið fleiri áheitanir um hjálp, og tað hava sálarfrøðingar eisini fingið.

– Heilt nógvar áheitanir, sum Sinnisbati fær, snúgva seg júst um, nær hetta tilboðið kemur í gildi og tey skilja ikki, hvørjum vit bíðað eftir.

– Sinnisbati vil við hesum, inniliga heita á partarnar um at koma til eina semju og biðja avvarðandi myndugleikar vísa størri ábyrgdakenslu fyri at røkka á mál sum skjótast.