Nú mugu fiskimenn út á dekkið at festa sær í

Nú er bannað at roykja í øllum felagsrúmum umborð á føroyskum fiskiskipum

Roykipolitikkur

Tað gerst alsamt meiri og meiri vanligt, at arbeiðspláss fáa roykipolitikk, har greiðar reglar verða gjørdar fyri, hvar tað er loyvt at roykja og helst, hvar tað ikki er loyvt at roykja.
Og nú er roykipolitikkur eisini settur í verk umborð á føroyskum fiskiskipum. Og úrslitið av tí roykipolitikkinum er, sum alla aðrastaðni, at nú verða tað teir fiskimenn, ið roykja, sum mugu laga seg eftir teimum, sum ikki roykja.
Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið fylgja við tíðini, so tá ið tey bæði feløgini í farnu viku gjørdu nýggjan sáttmála, er roykipolitikkurin við.
Í sáttmálanum stendur stutt og greitt, at royking skal vera bannað í felagshølum umborð.
Óli Jacobsen, formaður í Fiskimannafelagnum, ásannar, at helst verður misjavnt, hvussu fiskimenn fara at taka ímóti hesum.
? Men vit vita, at royking er heilsuskaðilig. Tað hevur altíð verið so, at teir, sum ikki roykja, hava ligið undir fyri teimum, sum roykja. Men hereftir verða tað so teir fiskimenn, sum roykja, sum mugu laga seg eftir teimum, sum ikki roykja.
Hann sigur, at spurningurin um royking avgjørt ein ein týðandi partur av trivnaðinum umborð.
? Nú er ikki longur nóg mikið at tosa um løn og um pening. Arbeiðsfólk seta eisini krøv til trivnaðin á arbeiðsplásunum og tað gera fiskimenn somuleiðis.
Og at seta bann fyri royking í felagshølum umborð er ein partur av hesum.
Óli Jacobsen sigur, at roykiforboð skal fyrst og fremst vera har tað verður etið og sovið, tvs, at tað fyrst og fremst skal vera bannað at roykja í messuni og í kømurunum.
Men annars er roykiforboð í øllum felagsrúmum. Sostatt verður næstan neyðugt at fara út á dekkið at festa sær í.
Ein annar partur av trivnaðinum umborð, er larmurin umborð og Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið skulu samstarva fyri at fyribyrgja skaðar av larmi.
Í sáttmálanum, sum er galdandi til 1. desember næsta ár, stendur eisini, at fiskimenn eisini skulu hava møguleikar fyri at hoyra útvarpið í serligum oyratelefonum, sum eisini eru hoyrivernd. Men hesar hoyriverndir skal hvør einstakur fiskimaður sjálvur útvega, gjalda og hava ábyrgdina av.

Styttri túrar
Ì nýggja sáttmálanum verður túralongdin eisini stytt. Higartil hava fiskimenn ikki krav uppá at sleppa heim, fyrrenn túrurin hevur vart í fýra mánaðir.
Tað er nú lækkað til 3 1/2 mánað og frá 1, januar verður túralongdin aftur lækkað niður í tríggjar mánaðir.
Somuleiðis skulu trygdarumboð veljast umborð á hvørjum skipi.
Sí eisini greinarnar "Ber til at semjast uttan buldur og brak" og " Kostar 65.000 krónur um árið"