Vanlukkan hevur kostað minst átta arbeiðsmonnum lívið. Russisku myndugleikarnir siga, at vanlukkan stóðst av einari spreinging niðri í náminum. Minst átta arbeiðsmenn eru deyðir, og umleið 70 eru framvegis innistongdir í náminum.
145 menn vórðu bjargaðir upp úr náminum.
Vanlukkan var einum kolanámi í Kemerovo-økinum har vesturi í Sibir. Fyri tveimum mánaðum síðani doyðu 110 fólk í einari námsvanlukku í sama øki.