Námsævintýrið í Grønlandi er í kreppu

Í Suðurgrønlandi verður leitað eftir gulli og zinki, men tey bæði systurfeløgini, sum standa fyri hesum leitingum, eru í fíggjarligum trupulleikum og eru farin í gjaldssteðg. Hetta skrivar blaðið Politiken.

Stórar vónir hava annars verið til nýggja ráevnisvinnu í Grønlandi, og tosað hevur verið um, at fyrsta stóra ráevninsnámið skuldi lata upp í 2015. Men nú siga keldur í embætisverkinum í Nuuk, at gongd kemur neyvan á fyrr enn um 20 ár.

Grønlendski vinnumálaráðharrin Jan-Erik Kirkegaard viðurkennir, at støðan er álvarsom, men hann sigur seg hava stórar vónir til eitt jarnnám við Isaufjørðin.