Vatnflóðin í Pakistan, sum byrjaði fyri einum mánaði síðani, er loksins farin at minka, og pakistanska veðurtænastan sigur, at tað fer ikki at regna teir næstu dagarnar.
Myndugleikar og hjálparfelagsskapir ávara um, at tað er framvegis stórur vandi fyri sjúkum so sum kolera. Sambært pakistonsku myndugleikunum hevur vatnflóðin kravt 1.643 mannalív, og hon hevur noytt meiri enn seks milliónir fólk frá húsi og heimi.
Hóast vatnið minkar nógvastaðni, stríðast hermenn við at forða fyri, at vatnið skal fløða inn yvir býin Thatta. Tað búgva umleið 300.000 fólk í býnum, men umleið 95 prosent eru flýdd undan vatninum, skrivar Reuters.
Vatnflóðin í Pakistan byrjaði síðst í juli, eftir at tað hevði regnað óvanliga illa í útnyrðingapartinum av landinum. Síðani hevur vatnflóðin breitt seg suður ígjøgnum landið.