Ólavur í Beiti
Uppskot til løgtingslóg um støðisútbúgving innan tøkni (SIT-útbúgvingar), er nú lagt fyri tingið, og verður m.a. sagt í uppskotinum, at henda útbúgving skal verða støði undir framhaldandi yrkisútbúgving, undir víðari tøkniligari útbúgving og undir hægri tøkniligari próvtøku. Útbúgvingin kann eisini enda við sjálvstøðugum prógvi.
Sum støði undir yrkisútbúgving varir útbúgvingin eitt ár, og verður hon skipað samsvarandi teimum krøvum, sum ásett eru í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar. Sum støði undir hægri tøkniligari próvtøku verður útbúgvingin skipað sum eitt støðisár og samskipað við undirvísingina til hægri tøkniliga próvtøku.
Og útbúgvingin kann skipast sum partvís útbúgving fyri næmingar, sum hava lokið aðra útbúgving á minst sama stigi sum ein fullførd útbúgving eftir hesi lóg. Skipað kann verða fyri undirvísing fyri sjálvlesandi og í fjarlestri.
Eindir
Í viðmerkingunum til uppskotið, sigur Signar á Brúnni, at útbúgvingin hevur verið skipað sum ein 1 ára útbúgving sum støði undir einari yrkisútbúgving ella útbúgvingini til hægri tøkni. Eisini hevur útbúgvingin verið skipað sum ein 2 ára útbúgving sum støði undir einari víðari tøkniútbúgving, t.e. teknikara- og maskinmeistaraútbúgving.
Og víðari viðmerkir hann, at Føroya Løgting samtykti broyting í lógini um SIT í desember 1998. Broytingin var partur av tí semju, sum nevndin, ið tilevnaði uppskot til løgtingslóg frá 29. desember 1998, gjørdi, nevnliga, at viðkomandi arbeiðsmarknaðarpartar skuldu hava størri ávirkan á støðisútbúgvingina. Aðrar tillagingar ella dagføringar vóru ikki gjørdar í tí uppskotinum.
Ikki nøktandi
Landsstýrismaðurin hevur valt at tilevna nýtt lógaruppskot, av tí at verandi lóg ikki er nøktandi við atliti at reglum um t.d. fígging, læraraførleika, bygnaði og fyrisitingarviðurskiftum. Eisini er endamálsorðing, atgongdarreglur, undirvísingarinnihald og próvtøkuviðurskifti dagførd í fyriliggjandi uppskoti, umframt at greiðari ásetingar eru gjørdar viðvíkjandi fyrra og seinna støðisárinum.
? Uppskotið er sostatt í høvuðsheitum ein dagføring av verandi løgtingslóg, har serligur dentur er lagdur á, at støðisútbúgvingin lýkur tey krøv, sum sett verða til starv í vinnuni ella til framhaldandi læru ella útbúgving, bæði tá talan er um framhaldandi yrkisútbúgvingar ella aðrar tøkniligar útbúgvingar. Eisini er dentur lagdur á, at tað skal bera til at samlesa og at samskipa undirvísingina, uttan mun til hvørjar framhaldandi útbúgvingar næmingarnir fara undir.
? Uppskotið er gjørt eftir sama leisti sum lógin um støðisútbúgvingina innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið (FHS) frá desember 1998.
Og at enda sigur Signar á Brúnni, at av tí at nevndin, sum hevur gjørt uppskotið, hevur hvat breiða samanseting av umboðum frá vinnuni, yrkisfeløgum, skúlum og viðkomandi stovnum, er uppskotið ikki sent pørtunum til hoyringar. Eftir 1. viðgerð er málið beint í Mentanarnevndina.









