Næmingarnir stúra fyri dygdini

Leiðslan á Handilsskúlanum í Havn kláraði ikki at sannføra næmingarnar á datamatikaraútbúgvingini um, at seinasti parturin av teirra útbúgving fer at hava somu dygd sum higartil, eftir at lærararnir hjá teimum eru rýmdir av skúlanum

Fyrrapartin fríggjadagin vóru teir 11 næmingarnir á datamatikaraútbúgvingini á Føroya Handilsskúla í Havn kallaðir inn til fund.
Orsøkin var, at lærararnir á útbúgvingini hava sagt seg úr starvi, tí teir kunnu ikki samstarva við leiðsluna á skúlanum. Tí skuldi leiðslan leggja eina ætlan fyri næmingarnar um, hvussu teir kunnu gera sína útbúgving lidna á skúlanum.
Men hóast leiðslan royndi at vissa næmingarnar um, at teir kunnu gera sína útbúgving lidna á skúlanum á fullgóðan hátt, so kenna næmingarnir seg ikki vísar í hesum.
? Vit stúra fyri, at restin av útbúgvingini fer ikki at hava somu dygd, sum útbúgvingin hevur havt higartil, siga næmingarnir, sum mangla góðar fýra mánaðir av teirra útbúgving, ið samanlagt er tvey ár og tríggjar mánaðir.
Leiðslan á Handilsskúlanum leitar nú eftir nýggjum lærarum, sum kunnu taka sær av seinasta partinum av útbúgvingini og føra næmingarnar til próvtøku, og starvsfólk á Handilsskúlanum skulu taka sær av arbeiðnum at gera eina lestrarætlan.

Lestrarætlan avgerandi
Næmingarnir á Handilsskúlanum stúra serliga fyri lestrarætlanini, sum skal gerast til útbúgvingina. Hendan lestrarætlan er eitt krav fyri, at útbúgvingin kann viðurkennast, og tá onkrir av næmingunum ætla sær at søkja inn á útbúgvingar uttanlands, verður lestrarætlanin avgerandi fyri tey.
? Vit halda, at gomlu lærararnir høvdu verið teir bestu til at gera lestrarætlanina. Tey hava eina vitan og innlit í útbúgvingina hjá okkum, sum onnur ikki kunnu fáa uttan víðari. Tað vóru ikki pengar til at gera hesa lestararætlan, men nú vil leiðslan finna pengarnar til hetta arbeiðið.
? Men vit eru bangin fyri, at lestrarætlanin ikki fer at liva upp til tað, sum krevst á hesari útbúgvingini, og í øllum førum er tað ein vansi, at skrivstovufólk á Handilsskúlanum, sum ikki hava innlit í útbúgvingina, skulu gera lestararætlanina í samráði við fakfólk uttanífrá, halda næmingarnir.

Próvtøka við tveimum próvdómarum
Næmingarnir á datamatikaraútbúgvingini skulu nú undir at gera endaligu verkætlanina, og hetta arbeiðið verður mánamorgunin sett í gongd av projektleiðaranum á Handilsskúlanum.
Men hóast leiðslan hevur lovað næmingunum nýggjar og fakliga góðar lærarar, so er tað ein vansi, at teir gomlu lærararnir eru farnir.
? Tað er trupult hjá nýggjum lærarum at seta seg inn í alt tað, sum vit hava verið ígjøgnum hesi tvey árini, og tí er avgjørt ein vandi fyri, at vit fara til próvtøku við tveimum próvdómarum og ongum lærara, sum kann hjálpa okkum gjøgnum próvtøkurnar, siga næmingarnir.
Næmingarnir siga, at teir hava havt sera gott samstarv við teir báðar lærararnar á útbúgvingini, og teir als ikki hava verið partur av stríðnum millum leiðslu og lærarar.
? Vit høvdu ynskt okkum, at somu lærarar, sum vit hava havt alla tíðina, kundu gera útbúgvingina hjá okkum lidna. So høvdu vit verið vís í, at dygdin hevði verið tann sama. Nú stúra vit fyri, at góðskan á útbúgvingini ikki fer at vera tann sama, siga næmingarnir.