Næmingarnir sluppu við átalu

Seks næmingar aftrat í skúlanum í Hoydølum hava boðað frá, at teir eisini hava verið inni á elektronisku skrásetingarskipan skúlans, men fyribils eru teir slopnir við átalu, tí skúlin heldur ikki, at teir hava gjørt nakrar broytingar

Í seinastu viku varð avdúkar á Føroya Studentaskúla- og HF-skeiði í Hoydølum, at tríggir næmingar høvdu verið inni á elektronisku skrásetingarskipanskúlans. Tveir høvdu pilkað við fráveruuppgerð sínar. Tann triði hevði luttikið til stuttleikar.
Leiðsla skúlans gjørdist heit um oyruni av hesi avdúking, men teir tríggir næmingarnir sluppu kortini við eini harðari átalu. Treytin var tó, at teir løgdu kortini á borðið og vístu, hvat teir høvdu gjørt. Mannagongdin var, at teir brúktu passorð hjá lærarum.
Samstundis gav skúlin tey boð, at um aðrir næmingar høvdu gjørt tað sama, fingu tey ráð um at melda seg í seinasta lagi mánakvøldið á midnátt, tí annar fór tað at kosta burturvísing, og skúlin hevði eisini møguleikan at melda næmingarnar til løgregluna.
Tá ið freistin var úti mánakvøldið, høvdu seks næmingar gjørt vart við seg.
- Eg haldi, teir gørdu tað, tí teir vistu, at vit fóru at finna fram til teirra, sigur Mikkjal Helmsdal, rektari í Hoydølum.
Hann heldur ikki, at hesir næmingarnir hava pilkað við skipanina, og tí eru teir fyribils slopnir við eini ávaring.

Nógv frávera
Frávera er ein stórur trupulleiki í skúlanum í Hoydølum. Umleið 10 prosent av næmingunm skulkua ov nógv. Higartil í ár eru nakrir næmingar burturvístir vegna stóra fráveru, og aðrir eru í vanda fyri at fáa somu boð.
Mikkjal Helmsdal sigur, at skúlin longu hevur gjørt fleiri tiltøk fyri at tryggja, at tað ikki skal bera til hjá næmingum at fara inn at gera broytingar í fráveruuppgerðini, og allir lærararnir hava fingið nýggj passorð.
Lærararnir skráseta fráveru fyri hvønn dag í skipanini, og næmingarnir kunnu fara inn í skipanina at síggja, hvussu til stendur.
Tað hevur sínar vansar at gera skipanina tryggari. Fyrr kundu lærarar fara inn á skipanina at gera rættingar hjá hvørjum øðrum. Tað var hent, tí lærarar býta ofta um tímar. Hesin møguleiki er ikki longur. Nú má alt slíkt ganga gjøgnum umsitaran.
- Men eg vænti, at skipanin nú verður so trygg, at svikið ikki hendir aftur, sigur Mikkjal Helmsdal.