Næmingarnir í Portugal skulu heim umgangandi

Flokkurin á Glasi, sum hósdagin í farnu viku fór til Portugal, hevur nú fingið boð um at koma heim til Føroyar í úrtíð.

Tíðliga fríggjamorgun fingu allir 2.g. flokkarnir boð um, at námsferðin, hvørs fráferð skuldi vera fríggjamorgun eisini, varð avlýst. Dagin fyri var ein 3.g. longu farin á middegi, men nú hava tey so eisini fingið boð um at koma heim til Føroya.

– Tey hava fingið boð um at koma heim, ja, sigur Steinbjørn Hardlei, rektari á Glasi.

Flokkurin hevur í dag fingið soljóðandi skriv senandi frá leiðsluni á skúlanum:

Ikki tykkum at siga at herðingarnar í sambandi við coronastøðuna støðugt økjast við øktari ferð. Danmark loyvir frá midnátt ikki flogførum frá reyðum økjum at lenda, umframt at aðrar herðingar eru gjørdar. Hetta økir eisini um óvissuna hjá tykkum, ið eru á námsferð í Lissabon. Hetta økið er lýst gult, ið merkir serligt varsemi; ein lýsing, sum broyttist eftir, at tit vóru farin úr Føroyum hósdagin á middegi. Tit skuldu eftir ætlan ferðast heim úr Lissabon fríggjadagin 13. mars, men við hsari øktu óvissuni í huga hava vit av varsemisávum í samráð við landslæknan og uttanríkis- og mentamálaráðið avgjørt, at tit ferðast úr Lissabon til Keypmannahavnar í morgin, mikudagin 11. mars, ístaðin. Vit ynskja tykkum eina góða og trygga ferð heim.

Sambært tilráðingini hjá danska uttanríkismálaráðnum er Portugal framvegis gult øki, ið merkir, at har skalt tú vera eyka varin fyri coronasmittuni. Steinbjørn Hardlei greiðir frá, at vandastøðið í Portugal gjørdist ikki gult fyrr enn leygardagin - 2 dagar eftir, at flokkurin var farin avstað - og at boðini um at koma heim skulu síggjast í ljósinum av herdu tiltøkunum hjá donsku myndugleikunum.

– Tá nú uttanríkisráðið og donsku myndugleikarnir herða síni tiltøk, havi eg í samráð við landslæknan og uttanríkis- og mentamálaráðið tikið avgerðina.

– Landslæknin legði dent á, at tað, sum hendir nú, gongur nokk so skjótt fyri seg. Tað er ein ávísur risiko fyri, at tey kunnu verða læst inni. Um Portugal verður reytt øki, sleppa tey ikki til Danmarkar við flogfarinum. Óvissan er økt munandi, og tveir dagar eru eftir av ferðini. Fyri at binda um heilan fingur ynsktu vit at fáa tey heim nú, sigur Steinbjørn Hardlei.

Eftir ætlan skuldi flokkurin koma heim fríggjadagin, og av tí sama eru ferðaseðlarnir heim eisini bílagdir til tá. Tí hevur skúlin tikið avgerð um, at í fyrsta umfari verður tað skúlin, sum skal gjalda fyri at fáa næmingarnar heim í úrtíð.

 – Skúlin fyri betalir fyri at fáa tey heim. Her er ein eykaútreiðsla, men hon er ikki so stór. Vit tosa um 13 fólk. Í fyrsta umfari havi eg vegna skúlan sagt, at vit rinda fyri tær eykaútreiðslur, ið koma fyri flogferðirnar.

 

Steinbjørn Hardlei veit ikki enn at siga, um hvørt ferðatryggingin fer at taka við hjá teimum ferðandi. Men hetta er heldur ikki umráðandi beint nú, tí týdningarmest er at fáa næmingarnar heim.

 

– Í fyrsta umfari betalir skúlin, so kanna vit møguleikarnar fyri endurgjaldi aftaná. Tað skal ikki vera tað, sum seinkar prosessini at fáa tey heim nú. Vit fáa tey heim fyrst, so kanna vit møguleikarnar fyri endurgjaldi aftaná, sigur Steinbjørn Hardlei, rektari á Glasi.