Næmingarnir fremja menningina

Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini í Havn
-----

Tað er hugaligt at bjóða tykkum vælkomin til hesa skúlakonsertina á Musikkstevnuni 2011, sum GHM skipar fyri. Havi skilt, at hesar konsertirnar við skúlaorkestrum hava gjørt sítt til at menna Musikkstevnurnar tey seinastu árini.

Serliga heilsan fari eg bera gestunum úr Íslandi. Okkum dámar væl at koma til tykkara spennandi land í øllum samanhangum, ikki minst tónleikaligum, og vit fegnast um, at tykkum eisini dámar at koma til okkara. Slíkum samhuga kunna báðir partar fáa nógv burturúr.

Tað er ikki eiti á, at hendan konsertin fevnir um heili 300 ungar tónleikarar. Betri prógv finst valla um, at vit hava eitt ríkt tónleikalív í Føroyum í dag.

Her fáa tit ungu møguleika fyri at vísa tykkara kynstur fyri almenninginum og fyri royndum tónleikarum, sum øll hava ynski um, at tónleikurin og tónleikalívið mennast. Og tað eru tit, sum skula fremja hesa menning í verki.

Stór framstig
Í dag eru heilt aðrir møguleikar fyri at menna seg innan tónleik enn tað vóru, tá eg var skúlanæmingur. Tá sungu vit nógv, men skipað musikkundirvísing var ongin.

Tú kundi ganga til privatundirvísing í ljóðførum – klaveri og violin og øðrum við. Men tað var ikki hvørs mans føri at eiga eitt klaver, og violinin var ikki júst populer. Ansurin fyri tónleiki í heila tikið var heldur ikki tann, hann er í dag.

Kanska vart tú enntá hildin at vera eitt sindur øðrvísi ella ið hvussu so er priviligeraður, um tú gekst til musikkundirvísing, men væl kom burturúr, og hendan undirvísingin var við til at leggja støðið undir tað, sum er í dag.

Kroystir lærarar
Næmingum, sum tá gingu á læraraskúla var tá álagt, at tey skuldu læra nakað um tónleik – eisini í verki. Tá vóru tað ofta menn og kvinnur í búnum aldri, sum fóru á læraraskúla. Menninir høvdu kanska verið til skips í fleiri ár, og vóru ikki heilt álviligir við tímatalvuna.

Matematikk kundi volda summum høvuðsbrýggj, fimleikur lá ikki so væl fyri hjá onkrum øðrum, og tað var ikki sørt, at teir beinleiðis stúrdu fyri, at teir skuldu læra at spæla violin.

Høvdu kanska nóg illa sæð ein violin áður, men teir skuldu ígjøgnum tað. Og burtur úr komu eisini frægir tónleikarar.
Tak bara Alex Sólstein. Hann spælir enn í Symfoniorkestrinum og Klaksvíkar Hornorkestri. Men hann mundi hava roynt seg í Klaksvík, áðrenn hann kom til Havnar.

Her í Havn var eitt tað mest almenna tónleikalívið í hornorkestrunum. Havnar Hornorkestur og harmoniorkestrið GHM hava í mannaminni verið býarmyndir í Havn og sett sín dám á allar hátíðir við sínum blásarum.

Ein kendur venjari var bretin Robert Oughton, og tá tann skipaða tónleikaundirvísingin í skúlanum var um at taka seg upp, var Hugh Watkins eitt hugtak í býnum.

Fjølbroytt undirvísing
Nú kanst tú frá barnsbeini verða lærdur at spæla ljóðføri. Meðan vit, sum ikki vóru í skipaðum tónleikalívi, kanska serliga høvdu áhuga fyri at spæla guitar og líkjast Elvis Presley og Birna Dam, so fæst í dag alskyns undirvísing á høgum stigi.

Nú ein dagin var eg og vitjaði sjey ára gamla abbasonin. Eg hevði roynt at koyrt undir hann við eini munnharpu og einum lítlum guitara. Jú, jú, hann hevði áhuga, men segði, at tað gekst sær illa at koma í gongd.
Men hendan dagin var annað lag. Hann var sloppin at ganga til violin á musikkskúlanum. Har lá ein lítil violin á heiðusplássi, og hann var beinanvegin fúsur at vísa abbanum, hvat Sámal hevði lært hann higartil.

Hann legði sær eina við at halda violini rætt og balansera við henni, streyk streingirnar bæði hendan vegin og handan vegin, og fyri mær ljóðaði tað, sum skil var í ljóðunum.

Hann ivaðist ikki í, at hann longu dugdi fleiri løg. Og yvir honum var als ikki sama sveittabrot, sum plagdi at vera yvir hart kroystum læraraskúlanæmingum í gomlum døgum. Tvørturímóti.

Hetta var ein hugtakandi løta, og soleiðis hugsi eg eisini, at tykkara avvarandi hava havt tað, tá tit fingu tey fyrstu ljóðini fram úr ljóðførinum. Nú eru tónarnir fleiri og meiri skipaðir. Í dag fara teir at ljóma í høll.

Vælkomin á Musikkstevnu í Havn. Góða eydnu við tónleikinum í framtíðini – og góða eydnu við skúlakonsertini í dag.