Næmingar við serligum tørvi fyri vanbýti

Er fólkaskúlin fyri øll? Tann spurnging setur Javni, nú Pedagogfelagið er farið í verkfall, meðan hini feløgini í sáttmálasamráðingunum hava undirskrivað nýggjan sáttmála við almennu arbeiðsgevararnar. Tey vísa á, at nøkur diskriminerandi viðurskifti, sum nú eru sera eyðsýnd.

– Í gjár blivu foreldur at næmingum, sum tørva stuðul í fólkaskúlanum, kunnað um, at teirra barn ikki skuldi møta í skúla, tí stuðulin hjá barninum fór í verkfall. Hini børnini fara í skúla sum vanligt. Verkfall er altíð keðiligt. Uppaftur keðiligari gerst tað, tá ið verkfallið rakar ein flokk av børnum ymiskt, sum í hesum førinum. Tá fara kenslur upp at garta. Hví kann EG ikki sleppa í skúla? Hví skal MÍTT BARN ikki sleppa í skúla, tá ið hini børnini í flokkinum sleppa? OK, onkur er kanska glaður at sleppa undan, men, men, skrivar Javni m. a. á heimasíðuni.

Les meira við at trýsta her