Fyrrverandi næmingar á Studentarskúlanum í Hoydølum viðurkenna, at umfatandi snýt fer fram á skúlanum í sambandi við uppgávur og próvtøkur.
Sambært teimum eru tað fleiri, sum einfalt og lætt útvegað sær hjálp, sum ikki er loyvd til skrivligar uppgávur og próvtøkur.
Lætt at snýta
Tað er serliga alnetið, sum hevur lætt munandi um heimaarbeiðið hjá næmingunum. Tey avgreiða skjótt sponsku umsetingina á Google Translate. Tilfar um enska stílin verður funnið umvegis Google, og rapportir og føroyskar uppgávur fáa tey frá vinfólki, sum hava gingið á skúlanum áður.
Kaj takkaði fyri seg á studentarskúlanum í Hoydølum á sumri í 2009. Hann viðgongur, at hann skrivaði ikki eina royndarfrágreiðing í lívfrøði, alisfrøði og evnafrøði sjálvur. Hann fekk uppgávurnar á alnetinum og frá vinfólki, sum áður høvdu gingið á skúlanum.
- Eg eri fullgreiður yvir, at eg havi bara snýtt meg sjálvan. Eg havi hinvegin ongar ætlarnir um at lesa støddfrøðiligu fakini í framtíðini, og tí ráddi einamest um at fáa hampilig próvtøl, sum skuldu lyfta samlaða miðaltalið. Tað eydnaðist, sigur Mortan.
Marianna var í fjør til endaliga próvtøku í sponskum. Hon er ikki serliga køn í málinum, men trupulleikin varð skjótt loystur. Meðan hon sat einsamøll í fyrireikingarhølinum, fann hon sær skjótt fartelefonina fram. Hon ringdi til eina vinkonu í flokkinum og spurdi, hvat hon skuldi svara læraranum, og skrivaði svarini niður á eitt pappír.
- Eg fekk 8. Eg eri sannførd um, at eg hevði dumpað annars, sigur Marianna greið á málinum.
Rannvá fekk serstakliga góða hjálp, tá hon var til endaliga próvtøku í skrivligum støddfrøði í fjør. Hon skrivaði beinleiðis av frá einum floksfelaga, sum sat undir liðini á henni. Ein veggur skilur vanliga næmingarnar, men hon fekk neyðugu pappírini uttan trupulleikar, tí undir borðunum var eingin avbyrging.
- Eg væntaði ikki, at eg fór at standa royndina. Tí noyddist eg at útvega mær hjálp. Eg fekk 9, greiðir hon frá.
Hon vísir á, at summir lærarar hava illgruna um trupulleikin. Lærararnir hava hinvegin ongan hug at nýta ólønta tíð sum løgreglumenn og rannsaka uppgávurnar, sum teir fáa frá næmingunum.
Tey eru fleiri
Næmingarnir, sum viðganga teirra brot á skúlans reglur, vísa á, at flestu floksfelagar teirra hava eisini snýtt. Orsøkin er fyrst og fremst, at tey leypa uppum, har garðurin er lægstur, uttan hóvasták og sleppa heilskapaði frá tí. Við altjóðagerðini er týdningurin av brúkiligari útbúgving øktur munandi, um tey skulu standa seg í beinhørðu kappingini við onnur. Tí stremba næmingarnir bara eftir at fáa hampilig próvtøl.
- Vit hava fleiri fak í skúlanum, sum ikki hava okkara áhuga. Hóast eg havi stóran áhuga fyri enskum og samfelagsfrøði, noyðist eg at hava evnafrøði, alisfrøði og lívfrøði, sum eg hvørki dugi ella tími. Eg vil sjálvsagt, at mítt endaliga miðaltal er so høgt sum gjørligt, so eg fái atgongd at lesa enskt ella samfelagsfrøði aftaná miðnámsskúlan. Eg havi ongan trupulleika við at snýta, um eingin finnir út av tí, sigur Mortan.
Mortan, Marianna og Rannvá eru dulnevnd.
Soleiðis snýta næmingarnir millum annað:
- Heimasíðurnar www.studieportalen.dk og www.studienet.dk verða nógv nýttar. Har eru fleiri gamlar uppgávur.
- Tað er einfalt og lætt at fáa uppgávur frá vinfólki, sum hava gingið á skúlanum. Uppgávurnar eru oftast tær somu.
- Á Google Translate kann tú umseta sponsku ella týsku umsetingina. Rættingarnar eru ikki heilt rættar, men tað er skjótt at broyta tekstin, tá tú hevur eitt uppskot.
- Fartelefonin er eitt hent amboð at hava, um tú skal snýta. Hon kann nýtast til munnligar og skrivligar royndir.
- Til skrivligar royndir eru tað fýra til fimm lærarar sum ansa eftir fleiri enn 100 næmingum. Um tú er ansin, so er eingin trupulleiki at fáa røttu svarini frá honum ella henni, sum situr við síðurnar av.
- Næmingurin hevur farteldu við til skrivliga próvtøku. Hann kann kopiera óteljandi uppgávur á fartelduna áðrenn, og somuleiðis finna sær eitt leksikon fram á telduni. Tá stendur væl til við vitanini