Tað man ikki verða oftari enn so, at ein mótmælisgonga er í Sørvági, men fríggjakvøldið, beint fyri klokkan 20, var ein.
Gonga er kanska í so nógv sagt, tí lærarar og næmingar í Vágum nýttu høvi at mótmæla arbeiðsósemjuni, sum er millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið, nú Tjóðveldisflokkurin heldur floksting í skúlanum í Sørvági.
Rættuliga fitt av fólki var komið saman í skúlagarðinum og tey fingu høvi at handa Karsteni Hansen, landsstýrismanni við fíggjarmálum ikki færri enn trý mótmælisskriv, sum øll snúðu seg um, at tey vildu hava skúlaviðurskiftini aftur í rættlag. Tað fyrsta skrivið var frá lærarafólkunum meðan hini vóru frá næmingunum. Tað eina frá næmingunum við skúlan í Sørvági meðan tað seinna var frá næmingunum við Miðvágs-Sandavágs skúla.
Fái skúlan at virka
Felags fyri øll mótmælini var, at tey, sum stóðu aftanfyri tey, øll vilja hava skúlan aftur at virka eftir reglunum. Lærarafólkini í Vágum vísa á, at tað dagliga kemur fyri, at næmingarnir ikki fáa ta undirvísing, sum teir eftir lógini hava rætt til og at tey ikki framhaldandi vilja vera ólýðin móti galdandi lóg.
- Tað eru bara tit, sum hava myndugleikan at skapa karmarnar um skúlan, so hann lýkur krøvini í nýggju fólkaskúlalógini, siga lærararnir í Vágum og teir leggja afturat, at teimum leingist eftir at sleppa aftur í skúla í einum skúla, sum virkar.
Næmingarnir vístu í sínum mótmælisskrivum á, at tað eru teir, sum eru teir stóru tapararnir. Próvtøkan fer at nærkast og enn røkist einki fyri, at tey fáa ta undirvísing, teimum tørvar fyri at vera før fyri at fara til próvtøkurnar.
Vanligt hevur annars verið, at flokkarnir hava terminsroyndir um páskirnar, men orsakað av arbeiðsósemjuni, eru terminsroyndirnar hesaferð avlýstar.
- Hetta er sera óheppið, siga næmingarnir, sum krevja av politikarunum, at teir skipaði viðurskifti í skúlanum aftur.
Felags fyri øll trý mótmælisskrivini er, at tey taka undir við krøvunum hjá Føroya Lærarafelag, um betraði arbeiðsviðurskifti. Lærararnir siga, at tað eru politikararnir, sum hava skapt lógarkarmarnar og tá teir hava gjørt tað, eiga teir eisini at geva skúlanum fíggjarligu umstøðurnar at arbeiða eftir.
Leita eftir loysnini
Sum sagt var tað Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum tók ímóti mótmælisskrivinum. Ætlanin var, at Høgni Hoydal, landsstýrismaður í undirvísingarmálum eisini skuldi fáa eitt mótmælisskriv, men tíverri fyri mótmælisfólkini, kemur hann ikki vestur um fyrr enn fyrrapartin leygardagin.
Karsten Hansen segði tó við mannamúgvuna, at hann skilti væl teirra støðu, og at hann og starvsfólk hansara stríddust av øllum alvi fyri at finna møguleikar fyri eini semju.
Hann vísti kortini á, at tað eru tveir partar í hesum máli, og at tað í løtuni ikki er Fíggjarmálastýrið, sum hevur víst nøkrum frá sær. Hóast hann ikki visti at siga nær ein semja kundi væntast, segði hann, at hann skuldi gera alt fyri, at finna eina semju.