Næmingar í Nám X vilja hjálpa til við peningi

Skipað verður fyri stórum tiltaki í Havn fyri at savna pening inn til "Føroyar móti krabba"

Næmingar úr Nám X í Havn ætla sær at savna pening inn, sum teir so vilja lata til stóru landsinnsavningina "Føroyar móti krabba", sum verður leygarkvøldið.

Nám X bjóðar tí øllum vælkomnum í Perluna hin 25. og 26. mars frá klokkan 10. Har verður nógv ymiskt á skránni, og tiltakið byrjar við, at borgarstjórin bjóðar vælkomin. Síðani verður søla við nýbakaðum vaflum og kaffi, umframt loppumarknaður og lutaseðlasøla.

Eisini verður listaframsýning og konsertir við við Tónleikabreytini. Frá klokkan 14 verður ponyríðing á skránni, og tala er um føroysk ross, sum mann kann ríða á.

"Føroyar móti krabba" verður leygarkvøldið 27. mars klokkan 19.00. Tað eru Krabbameinsfelagið, Kringvarpið og Norðurlandahúsið, ið skipa fyri stóru landsinnsavningini, sum verður send beinleiðis úr Norðurlandahúsinum.

Joan Samuelsen var í FM1 herfyri og fortaldi um hetta - trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna.