Næmingar aftur til arbeiðis

Næraberg skal landast sum skjótast, og tá er brúk fyri nógvum fólki fyri at arbeiða í vaktum

 

Klaksvík: Hósdagin kom stóri svartkjaftatrolarin, Næraberg, til Klaksvíkar við fullari last av surimi og mjøli.

777 tons av surimi og 270 tons av mjøli skulu fáast í land, áðrenn trolarin aftur fer til fiskiskap.

Veiðan verður løgd upp hjá Northern Fish Cold Storage í Klaksvík, og arbeitt verður við so at siga út í eitt til skipið er tømt.

Seinast Næraberg landaði í Klaksvík fingu skúlanæmingar í skúlanum við Ósánna frí, so teir kundu fara til arbeiðis.

Í gjár fóru næmingar aftur til arbeiðis, men hesaferð passaði tað soleiðis, at terminsroynd var, og hon var liðug longu klokkan 9 fríggjamorgunin. Eftir tað høvdu næmingarnir frí, og tá var lag á manni at fara at landa.

? Flest allir næmingarnir dámdu ómetaliga væl at sleppa til arbeiðis, seinast Næraberg varð og landaði, so tað eru nógvir av somu næmingum, sum nú eru farnir aftur at landa, sigur Símun Petur Hjelm, skúlastjóri í skúlanum við Ósánna.