Nám X skal verða byrjanin til virkna lívið

Nýggja 10.floks tilboðið hjá Tórshavnar Kommunu skal ikki verða endin á fólkaskúlanum, men byrjanin til virkna lívið. Tað sigur Bjarni Djurholm, sum er samskipari av tilboðnum

Nám X

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


- Tey ungu í hasum aldrinum hava so nógv annað, sum tey eisini vilja brúka tíðina til. Summi av teimum eru til arbeiðis í onkrari kiosk, fleiri av teimum hava ítrótt og tað er forelskilsi og annað. Soleiðis sigur Bjarni Djurholm, varaskúlastjóri á Eysturskúlanum og samskipari av nýggja 10.floks tilboðnum hjá Tórshavar Kommunu.

Hósdagin var framløga um nýggja 10.floks tilboðið hjá Tórshavnar Kommunu, har allur 10. flokkur verður savnaður í Eysturskúlanum, og millum annað av hesari orsøk hevur dentur verið lagdur á, at nýggja tilboðið skal verða so kompakt sum gjørligt, og at nýggja tilboðið inniber lítið av heimaarbeiði og nógv verkligt arbeiði í skúlatímunum.

- Tað 10. árið hevur verið sum ein forlongdur 9. flokkur. Men Nám X skal ikki verða endin á Fólkaskúlanum, tí tað er 9. flokkur. Men hetta skal verða byrjanin upp á tað virkna lívið, staðfestir Bjarni Djurholm.


Breytir og valfak

Nýggja tilboðið verður býtt sundur í tvær breytir á 10 tímar hvør, umframt valfak fyri teir seinastu átta lógarkravdu tímarnar. Tað er nevniliga lógarkrav, at hvør næmingur hevur í minsta lagi 28 tímar um vikuna.

Næmingurin velur sær fyrst tvær breytir. Millum valmøguleikarnar til Breyt1 eru eitt nú fakið Sjóvinnu, Landbúnaðar, Smíð- og Stíl, Ítrótta- og likams, kost- og heilsu og handverksbreyt.

Hetta eru øll fak, har miðað verður eftir, at næmingurin ger alt arbeiðið í skúlanum, og einki heimaarbeiði hevur.

Til Breyt2 er valmøguleikin eitt nú Tilvera, sum er um allar lívsins stóru spurningar, íverksetan og vinna, miðlar og samskifti, samfelagsbreyt og mynda-, snið og kreativitetsbreyt.

- Men tað eru eisini onkur, ið gjarna vilja hava nøkur av teimum vanligaru og tyngru lærugreinunum. Tí eru valmøguelikar sum Náttúrubreyt, har fakini stødd-, alis-, evna- og lívfrøði verða tikin upp, eims og tvær málbreytir. Hetta eru fak við meira skúlatingum og við próvtøkum, greiðir Bjarni Djurholm frá.

Men velur ein næmingur ikki nakað av teimum vanligu fakunum í breytunum, so kann hann eisini velja tað sum valfak, sum er í minsta lagi 8 tímar um vikuna.


Vænta 150 næmingar

Bjarni Djurholm greiðir frá, at Eysturskúlin verður settur í stand, og at nýggjar stovur verða útvegaðar til eitt nú at hýsa teimum 10.flokkunum, sum koma inn, bæði fakstovur og vanligar stovur.

Men fyri at kunna geva umsøkjarunum tað, teir ynskja, er neyðugt at næmingagrundarlagið verður í lagi, og tað hevur samskiparin góðar vónir um.

Væntað verður, at umleið 150 næmingar koma at taka av nýggja Nám X tilboðnum.

Kunnað hevur verið um tilboðið á øllum skúlunum í kommununi uttan einum.


Søk á alnetinum

Um tú ætlar at søkja inn á Nám X, kann hetta ikki gerast við at senda eina vanliga pappírsumsókn til skúlan. Skúlin hevur gjørt av, at søkjast kann bert um alnetið. Tað ger tú við at fara inn á www.eysturskulin.fo og klikkja teg inn á Nám X síðuna. Har kann tú eisini lesa alt um Nám X tilboðið.