Nýmótans kvinnur hava røtur í fortíðini

Í døgunum 30. september til 2. oktober verður tvørkirkjuliga tiltakið JesusKvinnur hildið í Oasuni í Hoyvík. Stigtakarar eru 9 samkomur í Føroyum saman við Anne Christiansen úr Norra

Tvørkirkjuliga tiltakið JesusKvinnur heita á kvinnur í øllum aldri at verða við at byggja Guds ríki; í bý og á bygd, heima og úti, í samfelagnum og í samkomunum. Fyrsta vikuskiftið í oktober vitjar henda skjóttvaksandi rørslan Føroyar.

Evnið verður "Fyri slíka tíð sum hesa", sum er úr Estersbók í Gamla testamenti, tá Ester drotning mátti velja um hon við lívinum í vága vildi bjarga fólki sínum, jødunum, úr eini sera hættisligari støðu. Evnið verður viðgjørt við atliti til tíðina í dag.

Føroyar er fyrsta landið uttanfyri Noreg, ið JesusKvinnur vitja, og stigtakarin Anne Christiansen gleðir seg til vitjanina.

Málið við JesusKvinnum, sambært Anne, er at kvinnur úr ymsum trúarrørslum skulu standa saman til tess at byggja Guds ríki og styrkja tey kristnu virðini í landinum. Tá ið vit standa saman hava vit positiva ávirkan.

Vit halda, at tað er sera umráðandi at eggja kvinnum at brúka heim síni sum eitt vælegnað bønarstað, og eisini lata heim síni upp sum eina oasu hjá grannum og vinum, sigur hon.


Anne Christiansen byrjaði JesusKvinnur í 2003 undir eini stevnu í Oslo. Saman við manni sínum er hon leiðari í JesusChurch í Oslo, og reka tey eisini trúboðaraarbeiðið JesusRevolution, eins og tey eisini stovnaðu næminga- og studentafelagsskapin Ny Generasjon.

JesusKvinnur hava nú stevnur kring alt Noreg fyri at eggja kvinnum til at tæna har tær eru í dagligdegnum. Arbeiðið miðjar eftir at savna ættarliðini og er hesin felagsskapur tvørkirkjuligur, á tann hátt er møguligt at fáa íblástur hvør frá øðrum og standa saman í týdningarmiklum tíðum. Jesus hevur leiðir, nýmótans kvinnur kunnu ganga, so vit ikki missa tað undanfarin ættarlið hava bygt upp.

Á árligu stevnuni í Oslo vóru umleið 700 kvinnur komnar saman úr øllum landinum. Vit gleða okkum at síggja, at nýggir bólkar verða stovnaðir kring alt Noreg, har kvinnur regluliga koma saman.

Stevnan í Føroyum í oktober hevur eisini eitt JesusGentu skeið fyri gentur millum 13-19 ár. Sunnudagin er morgungudstænasta, har øll, eisini menninir, eru vælkomin at hoyra Anne Christiansen eggja til at byggja Guds ríki. Meira fæst at vita á: www.jesuskvinner.no

Stevnan verður í Oasuni í Hoyvík frá 30. september til 2 .oktober 2005. Kontaktpersónar eru: Hjørdis H. Petersen tel. 721612, og Mona Rakul Jacobsen tel. 514067.