Nýmótans borgarin setur nýmótans krøv

Runavíkar kommuna er vaksin nógv tey seinastu árini. Í dag eru tað tilsamans 3.700 íbúgvar í kommununi. Skattainntøkurnar eru tey seinastu trý árini øktar við 27% og nógvir nýggir kommunalir, privatir og vinnuligir bygningar eru í gerð. Ein kommuna í stórari menning og við stórum potentiali. Eitt náttúrligt miðstaðarøki, bæði geografiskt, vinnuligt og mentanarligt

Tað verður nógv tosað um at fáa føroyingar heimaftur á klettarnar at búgva eftir lokna lestrartíð. Hetta er eitt aðalmál í visión 2015. Endamálið við hesum er, at skapa betri karmar fyri víðari menning av samfelagnum. Mett verður, at hesi fólk kunnu vera við til at fjøltátta og styrkja nýggjar vinnugreinar, so at samfelagið í framtíðini vil hava fleiri streingir at spæla uppá. Við hesum vildu inntøkur landsins verið minni tengdar at eini ávísari vinnu, og sostatt javnvigað partar av teimum sveiggjum, sum hevur eyðmerkt føroyska búskapin seinastu nógvu árini.

 

Ein slík menning av samfelagnum er ikki bert ein uppgáva fyri landsins politikarar, men eins nógv ein uppgáva fyri kommunalu politikarnar. Tað er jú í kommununum, at borgarin skal búgva og trívast.

 

Eitt aðalmál hjá nývaldum býráðslimum eigur tí at vera, at skapa trivnað í kommununi, fyri at kommunan skal lúka tey krøv, sum ein nútímans borgari setur. Hesi krøv eru m.a.:

 

fjølbroyttir bústaðarmøguleikar til ymiskan tørv,

ansingartrygd hjá barnafamiljum,

skúlaverk, sum er á jøvnum støði við onnur norðurlond,

fjøltáttaðir og nýmótans karmar til mentanarlig og ítróttarlig tiltøk,

nýhugsandi og fjølbroyttir starvsmøguleikar.

 

Um vit vilja náa hesum málum, er tað týdningarmikið at vit raðfesta rætt og gera málini greið. Vit skulu fylgja upp uppá málini, inntil vit hava nátt tí sum verður stungið út í kortið.

 

Búskaparliga rembingin á altjóðamarknaðinum skapar økt krøv til fíggjarstýringina í komununi. Eisini vilja herdu reglarnir um innrapportering av roknskapartølum til fíggjarmálaráðið økja um arbeiðsbyrðina hjá komandi býráðslimum. Kommunupolitikkur stendur yvirfyri eini spennandi og avbjóðandi tíð, og tí bjóði eg meg fram at taka ímóti hesum avbjóðingum.

frá www.bardur.blog.com