Eldraøkið hevur verið kastibløka millum land og kommunur í longri tíð, og nú er spurningurin aftur á breddanum. Orsøkin er, at kommunurnar nú siga, at landið eigur at gjalda fyri náttarvaktirnar á sambýlunum, tí tað er ongastaðni í lógartekstinum álagt kommununum at gera tað.
Rodmundur Nielsen heldur, at nú er tíð uppá, at ein endi fæst á kjakinum um eldraøkið.
- Vit mugu fáa gjørt upp við, hvør eigur ábyrgdina av eldraøkinum. Tað er eitt ræðuligt óskil á økinum, og tað er púra burturvið, at klokkan skal avgera, um tað er landið ella kommunurnar, ið skulu gjalda, sigur Rodmundur Nielsen.
Tað er nevniliga so á sambýlunum, at tað er landið, ið rindar fyri tænasturnar, ið verða veittar um dagin, meðan tað eru kommunurnar, ið skulu gjalda, tá kvøldið og náttin kemur.
- Á summum sambýlum og í summum kommunum eru gjørdar greiðar avtalur um, at soleiðis skal býtið verða, meðan tað í øðrum sambýlum og í øðrum kommunum eingin avtala fyriliggur um hetta. Eg haldi, at tíðin er komin til at fáa ein enda á hesum óskilinum, sigur Rodmundur Nielsen.
Sum fyrrverandi borgarstjóri í Runavíkar kommunu kennir hann alt til hesar trupulleikarnar.
- Vit eiga at taka stigið nú og fáa lagt eldraøkið út á kommunurnar at umsita, so eingin ivi er um, hvar ábyrgdin liggur, sigur Rodmundur Nielsen.
Staðfesta ábyrgd
Tað er eisini ógvuliga øðrkymlandi, at munurin á stuðli til bygging er so stórur, alt eftir hvat tú byggir.
- Er talan um eitt røktarheim, letur landið 700.000 krónur í stuðli fyri hvørt búfólk og rindar hartil alla lønina til starvsfólkini. Men er talan um eitt sambýli, letur landið bert 50.000 krónur í stuðli og kommunurnar mugu sum nevnt gjalda fyri náttarvaktina, sigur Rodmundur Nielsen.
Hann heldur, at tað eigur at fáast skil á hesum viðurskiftum, tí so leingi ábyrgdin er tvískilt, verður økið ein kastibløka.
- Hetta er sama skilið sum við skúlanum, at kommunan stendur fyri tí naglafasta, meðan landið eigur ábyrgdina av lønum og tílíkum. Tað fæst eingin góð og varandi loysn, fyrr enn eingin ivi longur er um, hvar ábyrgdin liggur, sigur Rodmundr Nielsen.
Ráðini hjá honum eru tí at fáa eitt endaligt kjak um eldraøkið, so ein støða kann takast einaferð fyri allar, hvar ábyrgdin skal liggja.
- Tað einasta rætta er, at ábyrgdin liggur á einum stað, og tað eigur at verða hjá kommununum, sigur Rodmundur Nielsen.