Tann 10. oktober kunngjørdi norska Nobel-nevndin, at iranska kvinnan Shirin Ebadi fær friðarheiðurslønina í ár. Sjálv var hon stødd í París tá. Eina viku seinni kom hon aftur til Iran, og síðani er hon fleiri ferðir hótt við lívinum.
Mohammad Ali Dadkhah, sum er talsmaður hjá mannarættindafelagsskapinum Center for Protecting Human Rights, sigur við tíðindastovuna AP, at Shirin Ebadi hevur fingið eitt ella tvey hóttanarbrøv hvønn einasta dag, síðani hon kom heimaftur. Í einum brævi var ein tekning av einum knívi, og niðanfyri stóð, at heiðurslønin skuldi kosta henni lívið.
Iranska løgreglan tekur hóttanirnar í álvara, og tí hevur Shirin Ebadi fingið lívverju. Hvønn dag verður hon flutt aftur og fram í einum løgreglubili, og lívverjar eru uttan fyri bústað hennara alt samdøgrið. Iranska løgreglan veit ikki, hvør hevur sent hóttanarbrøvini, men heldur, at talan er um víðgongdar kreftir.