Gongur alt væl, kemur ein triðingur av hitanýtsluni í Nólsoy frá vindorku í summar. Onnur av báðum vindmyllunum, sum komu við Norrønu í morgun, skal setast upp í Nólsoy, meðan hin verður nýtt sum reserva.
Vindmyllan kann nøkta tørvin at hita 40 hús - tað svarar til ein góðan triðing av húsunum í Nólsoy.
Bjarti Thomsen, nevndarformaður í smápartafelagið Nólaoyar Orkufelag, sum hevur keypt vindmyllurnar, sigur við Rás 2, at ætlanin er, at tað ikki skal vera dýrari at keypa orku frá vindmyllunum enn aðrastaðni
Innlendismálaráðið hevur stuðlað við 1,8 mió. kr. til verkætlanina, sum annars byrjaði sum ein norðurlendsk verkætlan, men sum nú er yvirtikin av nólsoyingum sjálvum.