Meðan tað brýtur í bæði borð hjá Strandferðsluni um sparingar, veit Portalurin frá álítandi keldum, at nýtt Nólsoyarskip stendur á játtanarkarminum hjá landsstýrinum fyri komandi árini.
Játtanarkarmarnir verða langdir fyri Løgtingið í morgin, og tá er ein av íløgunum eitt nýtt skip til farleiðina um Nólsoyarfjørð.
Hetta eru góð tíðindi fyri oynna eystanvert Havnina, í fyrsta umfari, tí talan er um eitt skip, sum verður bygt serliga til farleiðina, men ikki minst tí, at Ternan javnan verður tikin úr sigling fyri at røkja aðrar farleiðir.
Á fundi í síðsta mánað í Nólsoy, var ein skitsuverkætlan løgd fram av einari møguligari Nólsoyarferju (myndin), men dentur varð lagdur á, at tala var um eina skitsuverkætlan, og tað er tí ikki víst, at ferjan fer at síggja júst soleiðis út.
- Hetta er eitt uppskot um, hvussu nýggja Nólsoyarskipið fer at síggja út, men tað koma helst broytingar í hesa skitsuna, varð sagt á fundinum í Nólsoy.
Hvussu frammarliga í raðfestingini nýggja Nólsoyarferjan liggur, er ikki greitt enn, men tað verður allarhelst upplýst, tá játtanarkarmarnir verða lagdur fyri Løgtingið í morgin.











