Nólsoy verður pilot-projekt

Á býráðsfundinum í gjárkvøldið var tað serliga eitt mál, ið fekk drúgva umrøðu, og tað var uppskotið um at víðka skipanina av frítíðar- og ungdómsvirksemi í Hoyvík. Uppskotið fall, men ein líknandi ætlan í Nólsoy bleiv samtykt

Á býráðsfundinum hjá Tórshavnar býráð í gjárkvøldið var tað serliga eitt mál, ið fekk nógva og drúgva umrøðu. Tað var málið um frítíðar- og ungdómsvirksemi í Hoyvík.

Tað er Barna- og ungdómsdeildin hjá Tórshavnar kommunu, sum í eina tíð hevur kannað viðurskiftini hjá børnum og ungum í Hoyvík, og sum nú er, eru eingi tilboð til børn og ung úr 3. flokki upp til 18 ár, sum minna um tey tilboð, sum eitt nú Margarinfabrikkin bjóðar.

Bæði frítíðarskúlin og skúlin í Hoyvík vísa á, at tørvur er á slíkum tilboði.

Verandi frítíðarskúli hevur ikki rúm fyri fleiri børnum áðrenn klokkan 17.00, men kann bjóða ungum úr 13 árum upp til 18 millum klokkan 17 og 22. Tí hevur umsitingin sett seg í samband við eina samkomu í grannalagnum, ið hevur eitt høli, sum hóskar væl til frítíðar virksemi fyri børnum úr níggju upp í 12 ár.

Mælt verður til, at leiðslan í frítíðarskúlanum í Hoyvík skal hava leiðsluna av frítíðar- og ungdómsvirkseminum í Hoyvík.

Í lýsingini av málinum verður sagt, at neyðugt verður at leiga høli til endamálið, og samstundis verður neyðugt at gera tillagingar av hølinum, so tey hóska til endamálið.

Talan er um 120 børn og ung, sum hava tørv á aktivitetum innan frítíðar- og ungdómsvirksemi, kostnaðurin fyri hvørt barn er 12.023 krónur. Tað merkir, at kostnaðurin um árið verður smáar 1,45 milliónir. Hartil kemur os leiga av hølum, so samlaði kostnaðurin verður 1,6 milliónir krónur.

 

Ósemja í samgonguni

Hetta eru rættiliga nógvir pengar í einari tíð, tá sparingar skulu finnast á fíggjarlógini, og tí skjýtur Barna- og ungdómsdeildin upp, at opið verður tvær ferðir um vikuna heldur enn hvønn gerandisdag. Hetta merkir, at kostnaðurin verður fyri restina av árinum 216.414,00 krónur.

Hetta svarar til eina skipan frá 1. september og árið út.

Verður sama skipan brúkt komandi ár eisini, verður kostnaðurin 650.000 krónur fyri árið. Hetta talið fæst við at skipanin avlastar aðrar skipanir, sum tískil fara at kosta minni.

Fíggjarnevndin hevur kortini á fundi í gjár – undan býráðsfundinum – viðgjørt hetta málið, og niðurstøðan hjá fíggjarnevndini var, at her kom býráðið út á ókent vatn, og sjálvt um góðar 200 túsund krónur ikki ljóða av so nógvum, so var ótryggleikin við kostnaðinum komandi ár so týðandi, at fíggjarnevndin samtykti, at senda málið aftur í mentamálanevndina til gjølligari viðgerð.

Hetta fall kortini ikki í góða jørð hjá nøkrum av býráðslimunum. Og her var tað ikki andstøða móti samgongu. Her var tað innanflokka ósemja, og tað vóru fyrst og fremst limir í samgonguni, sum fíltust at, at viljin ikki var til staðar at seta ætlanina í verk.

Tað vóru serliga Jákup Símun Simonsen – ið sum kunnugt sjálvur er uppvaksin í Hoyvík – og Levi Mørk, ið er leiðari í frítíðarskúlanum í Hoyvík, sum vóru hart ímóti, at málið ikki varð atkvøtt ígjøgnum. Men eisini Maria Hammer Olsen, limur í mentanamálanevndini, tosaði fyri uppskotinum.

 

Málið fall

Bæði Levi Mørk úr Javnðarflokkinum og Bogi Andreasen úr Tjóðveldi mettu ikki, at tala var um serliga nógvar pengar. Jákup Símun Simonsen úr Tjóðveldi talaði heitt fyri menniskjaligu síðuni av sakini, og mælti til, at tilmælið frá mentanarnevndini varð fylgt.

Maria Hammer Olsen úr Javnaðarflokkinum sló eisini fast, at hon stóð við sítt tilmæli í mentanarnevndini.

Hinvegin greiddi Maria Katrina Frýdal úr Tjóðveldi frá, hví hon í mentanarnevndini helt hetta vera eitt frálíkt hugskot, men í fíggjarmálanevndini mælti frá, at samtykkja. Tí meðan hugskotið avgjørt er gott, so eru ikki fíggjarlig líkindi til at samtykkja tað.

Eisini Sjúrður Olsen úr Fólkaflokkinum og andstøðuni vísti á, at meðan fíggjarætlanin skal skerast inn á bein, ber ikki til at leggja nýggjar byrðar á fólkið, um enn endamálið var nokk so nobelt.

Somu áskoðan hevði eisini Anfinn Brekkstein úr Sambandsflokkinum sum metti, at málið langt frá var viðgjørt á fullgóðan hátt.

Tá atkvøðast skuldi boðaði borgarstjórin frá, at sambært fyrisitingarlógini, so var Levi Mørk sum leiðari av frítíðarskúlanum í Hoyvík ikki gegnigur, og kundi tí ikki luttaka í atkvøðúgreiðsluni. Hetta samtykti býráðið so, og hann mátti tí út um, meðan atkvøðugreiðslan fór fram.

Úrslitið varð, at tað vórðu níggju atkvøður fyri at beina málið aftur í mentanarnevndina, tvær ímóti og ein blonk.

Jákup Símun Simonsen og Maria Hammer Olsen atkvøddu ímóti, meðan Bogi Andreasen ikki greiddi atkvøðu.

 

Játtaðu Nólsoy

Síðani kom eitt líknandi uppskot um frítíðar- og ungdómsvirksemi í Nólsoy til viðgerðar.

Her gjørdi fíggjarnevndin beinenvegin greitt, at at hon hevði mælt til, at hendan umsóknin varð játtað.

Marin Katrina Frýdal, sum er limur í bæði fíggjarnevndini og mentamálanevndini, greiddi frá, hví hon hevði eina aðra støðu til ætlanina í Nólsoy enn ta í Hoyvík.

Hon segði, at býráðið hevði ikki ráð til báðar ætlanirnar, og at tann í Nólsoy var munandi bíligari. Men tað taldi eisini ógvuliga tungt, at foreldrini í Nólsoy máttu fara ein tíma fyrri frá børnum sínum og komu ein tíma seinni aftur. So hennara niðurstøða var, at børn og ung í Nólsoy høvdu størri tørv á skipanini enn tey í Hoyvík.

Somu meining hevði Sjúrður Olsen sum vísti á, at tað var ein fjørður ímillum, og at tað ikki bar til at seta seg í ein bil og verða heima upp á null komma niks.

Alt býráðið var tó samt um, at skipanin var eins umráðandi at seta í verk í Hoyvík sum í Nólsoy, einasti munurin er kostnaðurin.

Eftir at eitt uppskot frá Jákup Símun Simonsen um at beina málið aftur í mentanarmálanevndina fall við fýra atkvøðum fyri og níggju ímóti, varð atkvøtt um tilmælið frá fíggjarnevndini um at samtykkja uppskotið, og tað varð tað samtykt einmælt.

Guðrun Hansen, leiðari í barnagarðinum Látrið í Nólsoy, er ovurfegin um, at tilmælið, sum hon hevur arbeitt so hart fyri, nú er samtykt.

- Hetta er harðliga tiltrongt og tað er deiligt at hoyra, at míni argument eru hoyrd, segði Guðrun Hansen, tá vit spurdu hana, hvar nýggja skipanin skal halda til. Tað verður í vestasta bygninginum í barnagarðínum, sum frá 1. september fer at húsa nýggju frítíðar- og ungdómsskipanini í Nólsoy.

Skipanin skal halda fram komandi ár og verður fíggjað um barnagarðin, sum fær 300.545 krónur oman á játtanina.