Fiskivinna
Praktiska arbeiði hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni at góðkenna
innaneftirlitsskipanir hjá fiskavirkjum er rættiliga komið í gongd í ár.
Stovnurin hevur vitjað á tilsamans 8 virkjum. Av hesum hava nøkur staðið
royndina, meðan onnur eru dumpað við fyrstu roynd.
- Tey, ið eru dumpað, eru tó so frægt fyri, at tey sleppa uppaftur til nýggja
roynd. Fáa tey viðurskiftini í rættlag, sum ikki eru í lagi í dag, verður
løggildingin ikki tikin aftur, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.
Innaneftirlit
Men hvat er so innaneftirlit fyri nakað?
- Jú, innaneftirlit merkir, at virkini sjálvi ábyrgdast fyri at tryggja, at
matvørurnar eru tryggar at eta, og at tær eru framleiddar í samsvar við galdandi
reglur.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan vísir á, at virkini skulu eisini hava hóskandi
skipanir og nøktandi skjalprógv fyri, at skipanirnar virka, soleiðis sum tær
skulu.