Nøkur túsund í føðingardag

Í sambandi við at Idé Møblar fyltu 25 ár tann 19. februar, varð føðingardagurin hildin fríggjadagin og leygardagin i seinastu viku.

Nøkur túsund fólk komu inn í handlin hjá Idé Møblum, har ókeypis pylsur, kaffi og karamellur vóru at fáa. Eisini vóru ballónir til børnini. Ein pylsuvognur varð settur inn í handilin til endamálið.

Elsebeth og Birgir Andreasen frá Idé Møblum siga, at tey vórðu heilt ovfarin av, at so nógv fólk komu í føðingardag, eisini fingu tey nógvar heilsanir. Tey
takka øllum, sum sýndu teimum hendan heiður á føðingardegnum.





Nøkur túsund fólk nýttu høvið at koma í føðingardag hjá Idé Møblum. Ein pylsuvognur var settur inn í handilin

Mynd: Árni Conradsson