Nøkur søkja starv á Strandferðsluni

- Vit fáa nakrar umsóknir, men kundi hugsað okkum fleiri, sigur stjórin Tað eru nøkur fólk, sum hava hug at søkja starv á Strandferðsluni, hóast stovnurin skal flyta til Suðuroyar á nýggjárinum.

Strandferðslan hevur seinastu tíðina søkt eftir inspektøri til skipini og eftir lønarumsitara.

Freistin til at søkja starvið sum inspektøri var úti í farnu viku og tað starvið hava trý fólk søkt.

- Tí starvinum havi eg ikki stúrt so illa fyri, tí vit hava søkt eftir fólkið við víðkaðum maskinmeistaraprógvi og sum siglandi tjóð hava vit nógv fólk við slíkari útbúgving, sigur Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni.

Freistin at søkja starvið sum lønarumsitari var eisini úti í farnu viku, men har vóru bara tvær umsóknir komnar, so gjørt varð av at søkja av nýggjum.

Nýggja freistin var úti á miðdegi í dag og nú hevur Strandferðslan fingið tvær umsóknir afturat, so har eru fýra fólk at velja ímillum til tað starvið.

Stjórin sigur, at nú verða umsøkjarar kallaðir inn til samrøður, áðrenn størvini verða sett og hann vónar, at størvini kunnu verða sett heilt skjótt.

Hann dylir kortini ikki fyri, at jann kundi hugsað sær fleiri umsóknir at valt ímillum.

Fyribils hava trý fólk sagt seg úr starvi, síðani gjørt varð av at flyta stovnin til Suðuroyar.

Triðja starvið, sum er lýst leyst, er eitt roknskaparfólk, men tann umsóknarfreistin er ikki úti fyrrenn í næstu viku, men har er ongin umsókn komin enn.