Nøkur orð um Krabbameinsfelagið

Krabbameinsfelagið, sum er óheft føroyskt felag burturav, stovnaði Lions Club Tórshavn á Hotel Hafnia tann 17. januar 1979. Tá kallaðist felagið Føroya Felag móti Krabbameini.

Mangt kann sigast um føroyingar; men pírnir eru teir tíbetur ikki, tá á stendur. Tað var aftur sjón fyri søgn hetta leygarkvøldið, 31. oktober 2009, tá so mong, sum skil hava fyri tøkni, list, fíggjarhandfaran og fyriskipan, bæði um eyga, oyra og maga í seks tímar – tey flestu ókeypis – royndu sítt ítarsta at savna inn stuðul til Krabbameinsfelagið, ið fyrr kallaðist Føroya Felag móti Krabbameini, og sum nú hevur 30 ár á baki.
Úrslitið fór upp um fimm milliónir krónur, og bera vit saman fólkatølini, hevði hetta svarað til einar 500 milliónir krónur í Danmark.
Millum stillisligar, hjartanemandi frásagnir, ungan dugna á mongum økjum og tónleik á hægsta stigi, vóru í ørkymlandi innsavningarmeldrinum hvørki stundir til at hugsa seg um ella at greiða stórvegis frá, og fyri at ikki onkur leysur misskiljingarendi skal hanga eftir, skal her – eftir áheitan – í stuttum vera sagt frá forsøguni hjá Krabbameinsfelagnum.
Lions Club Tórshavn var sum tann fyrsti í Føroyum stovnaður í 1966 sum evarska lítil partur av heimsumfatandi hjálparfelagsskapi, ið telir millónir. Seinni vórðu Lions-klubbar stovnaðir í Eysturoy, Klaksvík, Vágum og Suðuroy. Endamálið er at seta í verk tiltøk, har tørvur er á, og at stuðla á ymiskan hátt, har hjálp er neyðug yvir langt tíðarskeið, og har hon er bráðneyðug, tá vanlukkur raka her á landi og eisini eftir førimuni í øðrum pørtum av heiminum.
Til hetta er, sum vera man, tørvur á meira peningi, enn limirnir einsamallir kunnu klára at gjalda, og verður tí við ymiskum tiltøkum roynt at savna pening inn, og skal Lions Club Tórshavn við hesum veita eina hjartans tøkk fyri trúfastan stuðul í samfull 43 ár.

Lions við frá byrjan
Til spurningin hetta kvøldið um, hví eitt Lions-felag stovnar annað felag, kann sigast, at tað júst er í tráð við hugsjón Lions, at seta í verk tiltøk, sum seinni sjálvstøðug kunnu virka til frama fyri samfelagið. Nú hava vit ikki annað yvirlit enn einar 14 gerðabøkur yvir virki Lions; men fyri stuttum varð júst á sama hátt felag við sera góðari undirtøku stovnað fyri orðblind, har Lions-limur stóð á odda at fáa tað upp í lag.
Tað eru oftast einstaklingar, sum í fyrsta umfari koma við hugskotum og grundgeving fyri at fáa tey samtykt á limafundi til framhald.
Um ársskiftið 1977/78 var tað soleiðis Lions-limur, ið illa raktur av sjúkuni fyrstur bar hugskotið upp á mál, at seta á stovn eitt føroyskt felag móti krabbameini, og fekk tað góða undirtøku.
Ein fýramannanevnd setti sær fyri at arbeiða við málinum, og legði hon longu 2. mai 1978 fram skjøl á limafundi, ið vístu uppskot til endamálsgrein og arbeiðsskrá hjá felagnum.
Samtykt var, at sama Lions-nevnd skuldi arbeiða fram ímóti at kalla inn til stovnandi aðalfund, og var hann eftir drúgva og nágreiniliga fyrireiking hildin á Hotel Hafnia 17. januar 1979, hetta við góðari undirtøku frá hinum føroysku Lions-klubbunum. Hóast nýstovnaða felagið tá gjørdist óheft av Lions-felagsskapinum, var fyrsta nevndin sett saman av fólki við tilknýti til henda felagsskap, sum bar útreiðslurnar upp undir stovnan.
Bæði stovningarfundur og fundir Krabbameinsfelagsins vóru fyrstu mongu árini hildnir ókeypis við einum drekkamunni á Hotel Hafnia.

Óheft føroyskt felag
Undir fyrireikandi arbeiðinum varð nevndin kunnað um, at einir 50 føroyingar vóru limir í danska krabbameinsfelagnum, og at føroyingur við føstum bústaði í Danmark, men um tað mundið eitt skeið var búsitandi í Føroyum, hevði kannað, um møguleiki var fyri at gera eina føroyska deild. Tey funnu saman og fekk fýramannanevnd Lions á tann hátt góða ráðgeving í stovnan av einum føroyskum felag í staðin fyri deild av tí danska. Viðkomandi ráðgevi varð sjálvsagt boðin at gerast limur í føroysku nevndini, ið somuleiðis valdi sær serkøna hjálp uttanífrá.
Soleiðis varð Føroya Felag móti Krabbameini stovnað sum óheft og sjálvstøðugt felag; men, sum vera man, høvdu Lions-klubbarnir framvegis serliga kenslu fyri felagnum og royndu eftir førimuni at stuðla sum frægast. Eitt nú fór upphæddin frá túnadansinum í Havn árið eftir – 76.000 krónur – upp í stovnsfæið, og taldi felagið longu umleið 2.000 limir og 45 virki. Stovnsfæið var tá komið upp um 200.000 krónur.
Eisini eydnaðist Lions Club Tórshavn við stuðli frá góðum fólki at savna inn 100.000 krónur til ein serstakan “Hjálpargrunn frá 1986” hjá Krabbameinsfelagnum, hetta fyri 25 árum síðan.
Hesi farnu 30 árini hevur arbeiðið hjá Krabbameinsfelagnum talað fyri seg. Vit vilja við hesum takka fyri tað, tit hava fingið av skafti og ynskja tykkum alt tað besta í komandi árum.