Nøkur orð um bóklingin: Staðarnøvn í Fuglafjarðar sókn

14.august í fjør stóð sólin still í eitt døgn. Hetta var dagurin, tá ið 150 ára fagnaðarhaldið var á Hellunum. Mikil rómur var henda dag, og varð her so væl borið at, at enn er eftirsjóð frá hesum degi í huganum Ikki bert tí at sólin stóð still, men henda løta var ílatin litfagurt endurskin frá farnum døgum í orði og verki, sum tað sømir seg fólki, ið er at sær komið.

Ein bók kom út um Hellurnar, og ein bóklingur var eisini rikin í rætt henda fagnaðardag. Tað var Alfred Klein, sum saman við Petur Martini Petersen høvdu greitt ein fittan bókling úr hondum um staðarnøvn í Fuglafjarðar sókn.

Ein bók er ein bók, men bøkur eru ymiskar bæði í dygd og skapi. Tekur tú bók í hondina kann tað kennast á skapinum , at vera leskiligur lesnaður- nøkunlunda, sum tá ið mett verður um seyðavekt á heystardegi. Onkur, sum metti um vektina á einum lambið, plagdi at siga: Hetta er báðu megin tríati pund, tað er lítið upp á fót, men tað fer at hyldnast. Og so var. Skoðsmálið stóð sína roynd., og metingin kom honum, sum hevði dálað um, til góðar. Hann var umtalaður sum ein skilamaður, og fekk litið upp í hendi ikki bert ta einu ferðina at lyfta og lætta, men fekk heitið at vera tann á rættargarði, sum kom við tí bestu metingini, tá ið seyður lá niðurbundin antin hann skuldi skerast ella sleppast.

Alfred Klein sum er rithøvundurin til hesa bók og Petur Martin Petersen, sum hevur savnað og lagt bókina til rættis, hava verið hepnir við hesum bóklingi. Bóklingurin er ikki stórur upp á fót, men holdið er gott, hetta hevur hyldnast sera væl at nøra um tilveruna á ein slíkan hátt, at sigast má, at hetta er eindømi at greiða staðarnøvnini á henda hátt. Ein leskiligur bóklingur at hava í hendi og forvitnisligur at blaða í. Bøkur eru dýrabara, ja, so dýrabarar, tað er tað besta vit eiga.

Til mong staðarnøvn eru eisini frásagnir. Hetta ger at bóklingurin verður meira enn ein bóklingur um staðarnøvn. Vit kunnu leggja afturat, at her er eisini siðsøguligur ráki í bókini. Staðarnøvnini gerast livandi, og tú kennir søgu og stev í nøvnunum, so tað verður borin ein kultiskur andi fram, sum tykist at vera lítisverdur í okkara eygum í dag, men fyri tey farnu ættarliðini, hevði hetta alstóran týdning. Natúran var teimum andsborin, og tað sum livdi í steinum og heyggjum skuldi hava frið.

Tíanverri eru vit so háttað í dag, at vit virða ikki natúrina. Hví skulu havnarmenn flyta Glyvursnes til Havnar, hvønn rætt hava teir til tað? Ella hví skal Hæddin oman fyri Lamba týnast? Hví skulu áirnar á vestursíðuni í Funningsfirði turrleggjast? Vit leika í, sum um vit eru síðsta ætt, ið livir á hesum klettum?. og kanska eru vit tað.

Sagt var um ymsar steinar og heyggjar, at har var íbygt. Eingin mátti nema við tað , har huldufólk, vættrar og álvar hildu til. Tak bara tann heilaga runnin hjá urfólkunum, har andin búði. Hann vakti yvir teimum dag og nátt, og tey høvdu virðing fyri honum. Tey óttaðust andan, ið búði í runninum. Vóru eingi trø, so vóru eingi dýr. Trøini vóru teirra lív og tilvera. Ikki kann tað sigast um okkum, sum kristi fólk at vit fara við natúrini á sama hátt sum uppruna fólk.

Nú er natúran steindeyð í okkara eygum. Herluf, sáli, plagdi at siga: Nú trúði eingin upp á illamann og huldufólk longur. Svá er. Vit hava ikki fyrilit. Vit himpra okkum ikki við at sorla steinar, klettar, hellur, hamrar og heyggjar og leggja alt undir heilt. Í mongum førum er hetta lítilátað gjørt og ósømiligt fyri okkum sum mentað tjóð.

Hvussu kunnu vit aftur røkka hagar, at natúran verður eins lívrunnin sum altarvínið? Hevði hesin bóklingur, við hópin av staðarnøvnum og frásagnum gjørt, at vit steðgaðu á eins og á Hellunum 14. august í fjør, tá ið sólin stóð still, vóru vit betur farin, og teir fornisku høvdu sæð til okkum við blíðari eygnabrái. Teir skulu eisini hava frið, men fáa teir tað?

Petur Martin og Alfred eru grannar frá kl 9:00 á morgni til kl. 18:00. Hetta grannalag hevur borið góðan ávøkst. Petur Martin er kunningarstjórið og bókavørur á Bókasavninum í Fuglafirði, men Petur Martin er eisini formaður í Fuglafjarðar

Fornminnisfelag og er fróðarmaður. Afred hevur verið røktingamaður, sjómaður og landari og hann býr digst við Bókasavnið. Fáur hevur gingið so nógv í høgunum í Fuglafjarðar sókn sum Alfred Klein. Her hevur runnið saman millum teir báðar, og úr hesum spurdist ein bóklingur.

Onkrir smáfeilir eru í bókini. Hetta verður rættað, so næsta útgáva verður lítaleys. Betur hevði verið um kortið við talmerkingunum yvir staðarnøvnini var í fleiri pørtum, so hesi tøl vóru størri; men tað er altíð so, ofta er ivingarsamt um peningurin, sum tú hevur til taks til bókaútgávuna, fer at røkka ella ikki. Tað kann hugsast, at soleiðis hevur tað óivað verið her; men snilt er at gera bókina soleiðis, sum her er gjørt. Fotomynd er yvir økið við staðarnøvnum. Góður og greiður tekstur um staðarnøvnini og forvitnisligar frágreiðingar til fleiri staðarnøvn.

Aftast í bókini eru tríggjar síður, sum ein og hvør kann gera sínar viðmerkingar til hetta rit. Hetta má sigast at vera tignarligt. Hvør gevur bókling út og letur aðrar koma uppí? Tað munnu vera fáir, ið eru so demokratiskir.

Sum heild er hetta ein fittur bóklingur, sum tú altíð kanst hava hjá tær, og ikki at tala um, tá ið farið verður niðanfrá, at hava hann við sær so kanst tú læra teg hesi staðarnøvn, tá ið gingið verður hesar leiðir, sum bóklingurin vísir á.

Bókin er ikki bert báðumegin við dygd og góðsku, men er gott avrik. Hóast hon ikki er stór upp á fót, hyldnast hon væl. Jú, hetta var snilt funnið uppá og hóskaði hetta væl til dagin á Hellunum í fjør 14. August, tá ið sólin stóð still.

Vónandi verður hetta ikki bert tann eini bóklingurin, ið kemur út í hesum hami, men vónandi koma fleiri. So verða vit tað ríkari.


Frits Johannesen

Fuglafjørður