Í Joplin í amerikanska statinum Missouri hava bjargingarlið funnið nøkur av teimum, sum tey hava leitað eftir síðani meldurhvirluna fyri nøkrum døgum síðani. Tíðindastovan AP skrivar, at av teimum 232, sum hava verið skrásett sum horvin síðani meldurhvirluna, eru 12 komin afturíaftur. Nøkur eru funnin í húsaleivdunum, og onnur hava ikki gjørt vart við seg fyrr enn nú. Tað vísir seg, at tey hava ikki kunnað givið lívstekin frá sær, tí at telefonsambandið í økinum er so illa farið.
Tað almenna talið á deyðum er nú 126, men myndugleikarnir siga, at øll eru ikki eyðmerkt enn.
Umleið 50.000 fólk búðu í Joplin, til meldurhvirlan fór ígjøgnum býin við umleið 300 kilometrum um tíman. Meldurhvirlan er tann ringasta í USA síðani 1950´árini.









