Nøkur ferðsluóhapp í hálku og vindi

Um vikuskiftið hevur tað verið rættiliga hált, og leygarkvøldið var tað eisini rættiliga nógvur vindur summastaðni. og tað eru eisini hend onkur óhapp.

 

Tvey smá óhapp vóru í Eysturoy, men leygarkvøldið fór ein bussur hjá Bygdaleiðum út av í Norðragøtu. Hann kom koyrandi eftir landsvegnum, oman ímóti Mortansstovubrekku við Fótbóltsvøllin, tá ið hann varð tikin av eini hvirlu. Men tað var eisini hált, og tilsamans elvdi tað til, at førarin misti tamarhaldið á bussinum, sum fór upp um bilaverjuna og út av.

 

Umframt føraran, vóru tvey ferðafólk í bilinum, men tey sluppu øll uttan mein. Løgreglan sigur, at annars hevur tað verið rættiliga friðarligt hetta seinasta samdøgurið.