Hetta er ein óheppin støða, sum vit fara at gera nakað við eftir ólavsøku
Tað sigur Kristina Háfoss.
Annita á Fríðriksmørk, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur víst á, at prestar, og aðrir tænastumenn, sum hava skyldu til at búgva í einum embætisbústaði, eru fyri stórum vanbýti.
Umframt at búgva á einum prestagarði, ella øðrum bústaði, sum hoyrir til eitt embæti, mugu teir sjálvandi eisini eiga síni egnu hús fyri ikki at standa á berajólum, tá ið teir fara frá sum tænastumenn.
Men teir fáa ongan rentustuðul frá landinum fyri lánið í privathúsunum, tí treytin fyri at fáa rentustuðul, er, at ein býr í húsunum.
Og tað kann skjótt verða ein dýr søga, tí Kristina Háfoss sigur, at er talan um eitt vanligt lán, sum gongur yvir 30 ár, er rentustuðulin frá landinum umleið 20 prosent av byggikostnaðinum, ella keypsprísinum.
Tað vil siga, at kosta húsini eina millión, verður rentustuðulin einar 200.000 krónur, og kosta húsini tvær milliónir, verður talan um einar 400.000 krónur, o.s.fr.
Hon vísir annars á, at Prestafelagið hevur nýliga gjørt vart við málið.
- Eg havi kunnað Prestafelagið um, at eg haldi at talan er um eina óhepna støðu, og at málið fer at verða viðgjørt í landsstýrinum í komandi tingsetu, sigur Kristina Háfoss.