Verður bústaðarpakkin hjá samgonguni ikki broyttur, er vandi fyri, at privata vinnan missir áhugan at gera størri íløgur í leigubústaðir. Tað heldur Birgir Nielsen, búskaparfrøðingu í eini almennari viðmerking í kvøld.
Hann sigur, at við bústaðarpakkanum hevur samgongan staðfest, at privatar fyritøkur, sum byggja leigubústaðir, ikki fáa nakran fyrimun í nýggja bústaðarpakkanum. Annars hevur løgmaður sagt í KVF, at kappingin ímillum Bústaðir, og privatu fyritøkurnar, nú er javnsett við tað, at Bústaðir skulu rinda marknaðarrentu, og skulu bjóða uppá grundøki í javnari kapping við tað privata.
– Men hetta er langt frá so og tað er als ikki so einfalt, sum Løgmaður vil gera tað til, sigur búskaparfrøðingurin. Við nýggja bústaðarpakkanum er kappingin ímillum privat vinnufeløg og almenna Bústaðir framvegis ikki javnsett, sigur hann.
– Endamálið hjá vinnuligum bústaðarfeløgum er sjálvsagt at vinna pening. Hetta merkir at íløgan í leigubústaðir skal verða so mikið lønandi, at felagið megnar at rinda rentur og avdráttir til bankan, umframt at eitt rímiligt avkast er eftir til tann váðafúsa kapitalin. Hetta avkastið er tað, sum leiguprísurin til leigaran í síðsta enda verður roknaður út eftir.
– Men hjá almenna Bústaðir er alt nógv lættari. Fyri tað fyrsta hava Bústaðir fingið 600 milliónir í stovnsfæi frá tí almenna, sum lítlar ella ongar treytir verða settar til. Eitt nú er kravið til avkastið bara 2,7 prosent av 70 prosentum av íløgunum, men einki krav er til hini meðan 30 prosentini av íløgunum.
– Tí er tað ikki so løgið at Bústaðir kunnu bjóða bíligar væl bíligari leigubústaðir enn vanlig vinnulig feløg kunnu.
– Og tá Bústaðir nú fara í bankarnar, ella til pensiónsfeløgini, eftir fígging, vildi eg avgjørt mett at 600 milliónir í almennum stovnsfæi, umframt at eigarin er Føroya Landsstýri, hevur alt at siga fyri at fáa eina sera lagaliga fígging, sigur Birgir Nielsen.
– Slíkar fíggingartreytir hava vinnulig feløg torført at fáa uttan at tey eru sera sterk fíggjarliga. Og tískil er kappingin ikki javnsett millum vinnuna og almenna Bústaðir.
Birgir Nielsen heldur, at veruligi vandin við hesi ójøvnu kappingini er, at tey privatu vinnuligu bústaðarfeløgini, kunnu missa áhugan at byggja leigubústaðir. Endin kann verða at Bústaðir tískil noyðast at byggja enn fleiri bústaðir næstu árini. Og sosttt er eisini stórur vandi fyri, at tað almenna kemur at sita við stórt sæð øllum leigumarknaðin í Føroyum, og at vit fara at fáa eitt alment monopol á bústaðarmarknaðinum.
Búskaparfrøðingurin sigur, at vildi Landsstýrið av álvara javnsett kappingina ímillum vinnulig bústaðarfeløg og almenna Bústaðir, kundu hesi viðurskifti verið tey fyrstu sum vórðu broytt:
1: Bústøðum verður álagt eitt vanligt krav til avkast eins og vinnulig feløg hava, kanska 10 prosent av øllum íløgum.
2: Bústaðir kundu broytt endamálið, soleiðis at bústaðarlánini, sum vóru 166 milliónir í fjør, vórðu seld, so at Bústaðir bara skal fáast við at leiga bústaðir, tí so kappast privata vinnan ikki við ein almennan fíggingarstovn.
3:Tað skal verða eitt krav, at kommunur skulu veita vinnuligum bústaðarfeløgum grundøkir og bygningar við somu treytum og stuðli, sum Bústaðir higartil hevur fingið.
4: Vinnulig bústaðarfeløg, sum vilja byggja bíligar íbúðir, kundu fingið serligan skattafyrimun av íløgum á sama hátt sum privat nú fáa.