Nú kunnu øll skilja føroyska fiskivinnu

Í hesi vikuni kemur tann fyrsti bóklingurin í eini røð um fiskivinnu í breiðari merking, sum er fyrsta stigið á leiðini at fara undir útgávu av heftum, sum veita kunnleika og upplýsingar um høvuðs-vinnuna.

Tað er Gunvør Hoydal, sum hevur fingið hugskotið at fara undir at gera tilfar um føroyska fiskivinnu í einum líki, so øll kunnu skilja tað. Verkætlanin ber heiti "KELV", og er stuðlað av Fiskivinnuroyndum 2002 fyri at fáa gongd á arbeiðið.
Ætlanin er at geva út eina røð av heftum, sum verða skipað í 10 ymsar partar. Ein partur fer t.d. at snúgva seg um fiskifrøði og ein annar um aling. Tað fyrsta heftið, sum kemur í vikuni, er skipað undir partinum um vistfrøði, og fer at snúgva seg um grundar-lagið fyri fiskaríkidøminum í havinum. Tilfarið er serliga ætlað fólki, sum hava áhuga fyri havumhvørvinum í einum atkomiligum líki. Men tað skal eisini kunna brúkast sum undirvísingartilfar á miðnámsstigi og í fólkaskúlanum.
Tað finst nógv tilfar á føroyskum um fiskivinnu, men ofta er tað skrivað av serkønum til onnur serkøn. Tí er ætlanin við hesi nðggju røðini at umskriva tilfarið soleiðis, at øll kunnu lesa tað. Tað fyrsta heftið verður sent skipum, skúlum, feløgum, virkjum o.ø. Heftið fæst eisini til keyps í bókabúðunum kring landið.

Heiti og uppbygging
Heitið á verkætlanini er Kelv, og hvørt høvuðsøki, sum tilfarið er bðtt sundur í, verður merkt við einum bókstavi. Høvuðsøkini fáa eisini sín egna lit: reytt, grønt, blátt, gult, grátt o.s.fr. Tey einstøku heftini fáa hvørt sítt tal, og tey kallast Kelvingar. Eitt búmerki verður uttan á hvørjum kelvingi.
Hví "KELV"?
Kelv er felagsheiti fyri yngulin hjá fleiri bólkum av ryggleysum djórum, so sum krabbadjórum, lindjórum, tindadjórum, hvalspýggjum og øðrum. Tað er smátt, men nógv er til av tí. Nógv verður etið, men nðtt kemur í staðin. Samanberingin við hesa nðggju verkætlanina er, at tilfarið lættliga kann "takast inn", "sodna" og verða grundar-lag fyri, at havtilfeingið verður gagnnýtt á skilabesta hátt. Tað, sum ikki kann nýtast, verður koyrt út sum skarn, sum síðani kann umgerast og koma aftur í øðrum líki.
Ein ritstjórn er sett at skipa útgávuna av heftunum. Í stjórnini eru: Gunvør Hoydal, Thomas Arabo, Martin Joensen, Jákup Andreasen og Valdemar Dalsgaard.