Fyri fyrstu ferð síðani kollveltingina í 1959 sleppa fólk í Kuba nú at keypa og selja bilar. Broytingin er ein avleiðing av meiri enn 300 ymsum nýskipanum, sum politikararnir samtyktu í vár, og fyrradagin kunngjørdi stjórnin, at broytingin er komin í gildi.
Men heilt fríur er handilin kortini ikki, tí tað eru bara tey, sum hava loyvi frá stjórnini, og útlendskir borgarar, sum hava fastan bústað í Kuba, sum sleppa at innflyta bilar. Hini sleppa bara at keypa bilar, sum longu eru í landinum, og tað eru yvirhøvur amerikanskir bilar frá 1950'unum.
Ein annar trupulleiki hjá kubanum er at fáa pengar til at keypa bil fyri, tí meðalinntøkan liggur um 110 krónur um mánaðin.