Løgtingið hevur fyri lítlari løtu síðani samtykt, at nú kunnu tímalønt og onnur foreldur, sum eru dagpeningaskipanini, vera heima hjá sjúkum børnum í tveir teir fyrstu dagarnar, barnið er sjúkt, uttan at missa løn. Hetta kemur í gildi á nýggjárinum og hetta er galdandi fyri sjúk børn sum eru 14 ár og yngri.
Tað var Hans Pauli Strøm, tingmaður, sum legði uppskotið fram og nú tað varð samtykt, vóru 18 atkvøður fyri og 13 atkvøðum ímóti
Teir tinglimir, sum ikki tóku undir við uppskotinum, vóru, eitt nú sambandsfólk og fólkafloksfólk og Tórbjørn Jacobsen úr Tjóðveldi.
Tey hava onki ímóti tí, sum so, men tey halda, at hetta er eitt mál, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum eiga at greiða sínamillum, tá ið sáttmálasamráðingar eru.
Miðflokkurin hevur eisini lagt uppskot fram um tað sama, men tað liggur í nevnd enn og nú hitt uppskotið er samtykt, fellur tað hjá Miðflokkinum burtur.