Nú skulu tølini á borðið fyri, hvussu tað gongur við fiskivinnuni í Norðoyggjum síðani vit fingu eina nýggja fiskivinnuskipan tann 1. januar í fjør.
Klaksvíkingar, og norðoyingar annars, hava gjørt nógv burtur úr at mála eina svarta mynd av støðuni, síðani nýggja fiskivinnuskipanin kom í gildið.
Nú hevur Óluva Klettskarð, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, so biðið Høgna Hoydal, landsstýrsmann í fiskivinnumálum, leggja tølini á borðið fyri at vísa, hvussu støðan í roynd og veru, er.
Í hesum sambandi skal landsstýrismaðurin upplýsa, hvussu inntøkuviðurskiftini, og manningarviðurskiftini, hava verið hesi seinastu fýra árini og hvussu teir ymsu skipabólkarnir hava staðið seg undir nýggju lóggávuni?
Hon vísir á, at nógvar søgur eru um afturgongd og skert virksemi í fiskivinnuni í Norðoyggjum og nú skal Høgni Hoydal greiða frá, hvussu gongdin hevur verið, og hvussu stórt virðið hevur verið á tí fiski, sum er avreiddur í Norðoyggjum.
Og samstundis skal hann greiða frá, hvussu framtíðarútlitini hjá reiðarum og fiskimonnum í Norðoyggjum eru.
Óluva Klettskarð vísir á, at Norðoyggjar og Eysturoy dúva nógv upp á fiskivinnuna og tí hevur tað týdning, at fiskivinnan er før fyri at taka ímóti nýggju avbjóðingunum.
Tað er ikki eyðkent fyri fiskivinnuna, at tað eru nýggj skip, tí fyri tað mesta eru tey elligomul, staðfestir hon.
Men hon heldur, at tað hevur stóran týdning, at fiskivinnan fær endurnýggja seg, tí nýhugsan og nýskapan eru gróðrarbotnurin undir eini nútímans vinnu, og harumframt eru nýggj vinnutól bæði umhvørvisvinarligari og bíligari í rakstri.