Jólakalendari
At jólini nærkast í stórum sæst millum annað av, at nú verður bankað upp á úthurðina, og uttan fyri standa fólk og spyrja, um tú skalt keypa jólakalendara.
Deyvafelagið hevur aftur i ár givið út jólakalendara, sum samstundis er lutaseðil, har vinningarnir eru gávukort.
Jólakalendarin, sum Deyvafelagið gevur út í ár, myndar jólavættrar, sum stuttleika sær á Skansanum í Havn, har eitt stórt jólatræ er tendrað við síðuna av vitanum.
Tað er Hermundur Zachariassen, sum sjálvur er deyvur, sum hevur teknað jólakalendaran hjá Deyvafelagnum.
Ágóðin av søluni av jólakalendaranum fer til Deyvafelagið og Grunn Teirra Deyvu.









