Nú kom tað endiliga sum øll hava bíðað eftir

Týsdagin fer Løgtingið at viðgera eitt nýtt uppskot um eina nýggja fiskivinnuskipan

Nú hevur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum lagt uppskot fyri Løgtingið um eina nýggja fiskivinnuskipan.

 

Tað boðaði Løgtingsformaðurin frá beint nú, og hann segði, at málið verður viðgjørt á næsta tingfundi, sum helst verður týsdagin.

 

Uppskot varð annars lagt fram fyri summarfrítíðina, men tað datt burtur, tí løgtingsformaðurin sendi løgtingið til hús, samstundis sum ógreiða var um uppskotið. Síðani eru tillagingar gjørdar og bæði løgmaður, og landsstýrismaðurin, hava staðfest, at nú er samgongan samd um uppskotið

 

Vit hava meiri um hetta seinni