Nú kom samkynd hjúnalag aftur á tingborð

Fyrst í næstu viku fer Løgtingið aftur at viðgera spurningin um at loyva samkyndum at giftast í Føroyum

 

Fyrst í næstu viku fer Løgtingið at taka endaliga støðu til, um samkynd skulu sleppa at giftast í Føroyum, ella ikki.

 

Løgtingið hevur viðgjørt spuurningin í fleiri mánaðir og tað endaði við, at Trivnaðarnevndin hjá Løgtinginum fekk málið aftur í høvdið við tí endamáli at fáa greiði á ymsum ivamálum.

 

Eitt av ivamálinum er um grein 14, stykki tvey í hjúnabandslógini, har tað stendur, at borgarliga gift hjún kunna fáa hjúnabandið signað í kirkju.

 

Tað taka summi sum um at tey høvdu rættarkrav upp á signing í kirkjuni, og fleiri tingfólk vilja ikki undir nøkrum umstøðum bera so í bandið, at samkynd hjún sleppa í kirkjuna.

 

Tí hava tey skotið upp, at samkynd skulu ikki kunna giftast borgarliga fyrrenn grein 14, stykki tvey, er avtikin, ella broytt, so at tað er púra greitt, at tað bara eru hjún av hvør sínum kyni, sum kunnu signast í kirkjuni.

 

Og í dag er Trivnaðarnevndin hjá Løgtinginum liðug at viðgera lógina fyri aðru ferð, og nú er greitt, at meirilutin, sum er Katrin Kallsberg, Sonja J. Jógvansdóttir, Óluva Klettskarð og Djóni N. Joensen, taka undir við málinum.

 

Men tey siga, at av tekniskum orsøkum ber ikki til at strika grein 14, stykki tvey, men tey skjóta upp, at samkynd skulu ikki kunna giftast, fyrrenn hon er broytt, so at eingin ivi er um, at siðvenjan um, at tað bara eru hjún av hvør sínum kyni, sum kunnu fáa kirkjuliga signing.

 

Mentamálaráðið og Biskupur, eru samd um, at verður lógin broytt, kunnu samkynd ikki krevja upp á at verða signað í kirkjuni.

 

- Tað hevur verið av stórum týðningi at tryggja, at samkynd bara kunnu giftast borgarliga , hvørki meira ella minni.

 

- Tað hevur ikki verið ætlanin at geva borgarliga giftum samkyndum pørum lógartryggjaðan rætt til signing av giftuni í kirkju. Slíkar spurningar metir meirilutin sum innaru kirkjulig viðurskifti, sum kirkjan sjálv skal taka støðu til.

 

Samstundis hevur landsstýriskvinnan í familjumálum, Sirið Stenberg, játtað, at hon alt fyri eitt fer at taka neyðug stig til at fáa avvarðandi danska myndugleika at strika ella umorða grein 14, stk. 2 í hjúnabandslógini og ikki fyrrenn tað er hent, kunnu samkynd giftast.

 

Minnilutin, sum er Kaj Leo Holm Johannesen, Jenis av Rana og Jógvan á Lakjuni eru, framvegis sannførdur um ikki at taka undir við tí og mælir enn einaferð Løgtinginum staðiliga frá at samtykkja tað.

 

- At lóggeva á henda hátt í einum av størstu og álvarsligastu málum, sum nakrantíð hevur verið fyri á tingi, er ósømiligt fyri háttvirda lóggávuting okkara.

 

- Hetta er ófullfíggjað og illa frágingið, tí mestsum ongar viðmerkingar eru til málini og eingin útgreining av nøkrum slag um langtíðar avleiðingar av at gera hjúnabandið kynsneutralt

 

Tey vísa á, at umsitingin á Løgtingsskrivstovuni hevur gjørt greitt, at ongin veit, hvat úrslitið verður, skal grein 14. stykki tvey, broytast, men verður hon strikað, er málið greitt.

 

- Verður tað samtykt, fer tað at fáa stórar avleiðingar fyri samfelag okkara frameftir og verður orsøk til eina radikala umbroyting av allari fatan av familju, hjúnalagi og samlívi, sigur minnilutin.