Nú klóra teir eftir ØLLUM!!!

Randi Í Jógvanstovu

Og teir kenni eingi mørk. Tá ALS kom í gildið í 1992, var tað 25 ár síðani at nakað uppskot um arbeiðsloysistrygging seinast var á tingi. Tað kom tá ígjøgnum við eymk og fret, fyri at siga tað sum tað var, og tað var í tøkum tíma.
Verkafólk og arbeiðsgevarar, hava goldið inn í hesa skipan øll hesi árini.
Tey hava bygt upp frá botninum av, eina skipan sum er vorðin betur við tíðini, tó at eitt og annað helst kundi verið betur, gongur fram á.
MEN nú kenna landsins myndugleikar enn einaferð trongd á sær, at fáa fatur á teimum stakkals krónunum, ið eru at finna í hasum grunninum. Tað eru ikki so nógv ár síðani seinast, (uml. 4 ár) síðani teir royndu, at seta klørnar í ALS skipanina, tá eydnaðist tað so ikki.
Endar ALS inni á fíggjarætlanini hjá landinum, eigur skipanin onga framtíð, og fer hon tá fyri skeyti, skjótari enn vit klára at blunka.