Nú ketan leyp av

Greiða alternativið til 10 tals mio kr árliga í stuðli til Atlantsflog er at optimera kappingina við nýggjum flogvølli

Undan vikuskiftinum vóru boðini: Gerið flúgvingina burtur í heim samhaldsfasta. Uppskriftin er at spenna landskassan fyri Atlantsflogi.

 

Boðskapurin er burturvið. Skal skattgjaldara peningur nú eisini nýtast at rinda fyri ferðing? Tað verður ein skrúva uttan enda. Og hvar gongur so markið í umfordeilingini? Kunnu vit so ikki bara avlevera allar lønarinntøkurnar til politisku kannustoypararnar, sum so kunnu fordeila til høgru og vinstru, soleiðis sum lagið er?

 

Skuldi hugskotið fingið politiskt kjølfesti, hvussu er ætlanin at fremja tað í verki? Tað er ómøguligt at handfara slíkar ætlanir í børsskrásettum felagi. Tað er eisini beinleiðis skaðiligt fyri virðið á felagnum, at politiskir framsøgumenn viðgera slíkt í miðlunum. Eingin kann taka okkum fyri fult. Tosaði nakar um Føroyar sum íleggjaraland?

 

Kaospolitikkur

Alternativið er, at Atlantsflog gerst landsfyritøka. Og tá leypur ketan púrasta av. Tí tá má landið keypa aftur 33% av partabrøvunum, uttan nakar kennir kursin í slíkum øvilsi. Samstundis átekur landið sær øll forpliktilsi, m.a. at standa sum garantur tá flotin skal endurnýggjast við flogførum í 300 mio. klassanum.

 

Tá landið seldi triðingin av Atlantsflogi vóru boðini greið til íleggjararnar. Næsti triðingurin skuldi seljast árið eftir. Búskaparkreppan hevur forðað hesum. Men harfrá at rógva aftur um byrjanarstøðið. Tað er kaospolitikkur.

 

Ístaðin átti skrá at verið gjørd fyri næsta søluumfarið, so felgið kundi verið marknaðargjørt og uttan íblandan kundi samstarva við onnur flogfeløg um leiðir, materiell, teknikk o.s.fr.. Tað hevði gagnað rakstrinum og harvið brúkarunum.

 

Eingin kapping

Politiskt ber eisini til at minka um flogkostnaðin. Fyrst er at strika ferðaavgjaldið. Hóast tað ikki ger allan munin, so er signalvirðið greitt í avgerðini. Men stórsta forðingin fyri lægri prísum er manglandi kappingin. Orsøkin er flogvøllurin.

 

Í 2005 setti eg kanning í gongd at lýsa hvar nýggjur altjóðaflogvøllur kann liggja. Hetta er tíðarkrevjandi arbeiði, men verður arbeiðið liðugt um árskiftið komandi.

Hóast tað hava verið fleiri luftkastellir frá ymsum síðum, meðan kanningarnar eru gjørdar, so fer úrslitið í vetur óivað at geva greiða ábending um, hvar nýggjur flogvøllur skal liggja.

Tað hevði verið skilabetri at tikið hond um tann spurningin, heldur enn at viðgera almenna slangu i flogfelagið. Kanningarúrslitið fer helst at vísa, at tað verður minni munurin í tíð at byggja nýggjan flogvøll enn at leingja í Vágum.

Greiða alternativið til 10 tals mio kr árliga í rakstrarstuðli til Atlantsflog, er tí at optimera kappingina við nýggjum flogvølli.