Nú kemur graslíki á Tórsvøll

Fótbóltur: Í dag fer Polytan undir at leggja graslíki á Tórsvøll. Vøllurin verður væntandi klárur at taka í nýtslu um ein góðan mánaða.

Gamla grasið, sum í nógv ár hevur verið á Tórsvølli, er tikið av og flutt út á eitt nú golfvøllin á Glyvursnesi á Argjum. Nú byrjar arbeiðið at leggja graslíki á tjóðarleikvøll okkara. Fótbóltssamband Føroya bjóðaði hetta arbeiði út, og ímillum tær átta, ið bjóðaðu seg fram, átti Polytan bestu loysnina. Hetta er sama slag av undirlagi sum er lagt á aðrar vøllir í Føroyum, millun annað í Klaksvík og á Toftum.
Um alt gongur eftir ætlan, so verður vøllurin liðugur og klárur at taka í brúk til steypafinalurnar, sum verða á Tórsvølli 24. og 25. august.
Tá graslíkið er lagt á, verða ymiskar royndir gjørdar á vøllinum, og síðani fær vøllurin væntandi endaliga loyvi, so graslíkisvøllurin á Tórsvølli kann brúkast í samband við altjóða dystir.
Fyrsti landsdystur á nýggja graslíkisvøllinum á Tórsvølli, verður fríggjadagin 12. oktober, tá Svøríki kemur á vitjan í Føroyum. Fýra dagar seinni, týsdagin 16. oktober tekur føroyska A-landsliðið ímóti Írlandi, somuleiðis á Tórsvølli.